Amerikanska sendistovan í Teilandi biður nú útlendsk ferðafólk, sum eru í Bangkok, vísa størsta varsemi, tá tey eru í teimum vanligu ferðavinnuøkjunum í býnum.
Sendistovan skrivar á sínari heimasíðu, at útlendskir yvirgangsmenn kunnu fremja atsóknir at ferðavinnumálum í Bangkok um stutta tíð, og sendistovan mælir tí amerkonskum ferðafólki til at vísa serligt varsemi í teimum pørtum av býnum, har nógv vesturlendsk ferðafólk vanliga eru.
Tað er ikki greitt, hví sendistovan kemur við áheitanini júst nú.