Næsta ár verður kanska neyðugt at skerja tænastuna til tey veiku og óhjálpnu í samfelagnum Tað er greitt, nú løgtingið hevur atkvøtt um fíggjarlógina fyri næsta ár. Trivnaðartænastan veitir teimum hjálp, sum hava tørv á persónligum stuðuli fyri at klára gerandisdagin. Virksemið fevnir um dag- og virknistilboð, bútilboð, umlættingartilboð, stuðuls- og viðgerðartilboð. Á fíggjarlógini fyri næsta ár, ætlaði landsstýrið at seta 255 milliónir av til trivnaðartænastuna. Men tá ið fíggjarlógin hevði verið ígjøgnum mylluna hjá fíggjarnevndini, samdust tinglimirnir hjá samgonguni um at skerja játtanina tríggjar milliónir krónur. Og nú Løgtingið atkvøddi um fíggjarlógina í gjárkvøldið, ásannaði Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, at hetta fer at fáa avleiðingar fyri tænastustøðið. - Eg fari ikki at at hótta við hópuppsagnum, niðurlaging av sambýlum og at ætlanir at lata bústovnar upp, mugu útsetast segði beint áðrenn løgtingið atkvøddi um fíggjarlógina. - Men hetta er ein veruleiki, vit mugu fyrihalda okkum til, tí verður játtanin skerd, má raksturin lagast til, legði hon afturat. Men hon setir sítt álit á, at fíggjarnevndin hugsar seg um aftur eina ferð afturat og játtar pengarnar aftur, áðrenn løgtingið skal samtykkja fíggjarlógina endaliga mikudagin. Letur tað seg ikki gera, vónar hon í øðrum lagi, at fíggjarnevndin vísir vælvild og játtar pengarnar næsta ár, skuldi tað víst seg, at avleiðingarnar verða ov ógvusligar. Hon segði, at hon heur tosað við limir í fíggjarnevndin og tey siga, at tey eru sinnað at endurskoða skerjingina. Annika Olsen ivast onga løtu í, at fíggjarnevndin er sinnað at játta neyðugu pengarnar, so at trivnaðarøkið ikki verður skert. - Hetta øki hevur við okkara veikastu at gera og tí skulu vit vera varin at skerja játtanina. Annars varð staðfest í tinginum, at seinastu tíðina, eru stórar skerjingar gjørdar á økinum, har pláss á sambýlum eru niðurløgd, og verkstøð eru niðurlagað og umskipað til dagkafé tilboð. - Tað er syrgligt at eygleiða tær skerjingar og niðurlagingar sum hava verið, segði Rósa Samuelsen, tingkvinan fyri Sambandsflokkin. Annika Olsen váttaði, at trivnaðarøkið siglur í tungum sjógvi og at starvsfólk hava tað tungt. Hon váttaði samstundis, at tær skerjingar, sum eru gjørdar, hava verið neyðugar fyri at spara so at játtanin kann halda. |