Forstjórin í oljufelagnum Total sigur nú, at vandi er fyri, at ov lítil olja verður á marknaðinum um nøkur ár, tí fíggjarkreppan hevur gjørt, at oljufeløg hava aftrað seg við at brúka pengar til at nýggjar leiðir og størri framleiðslu.
Christophe de Margerie sigur við bretska kringvarpið BBC, at verða neyðug stig ikki tikin nú, er talan um eitt veruligt vandamál. Tað ber ikki til at bíða tvey ella trý ár afturat, sigur hann.
Sambært Total-stjóranum hava feløgini funnið nóg nógva olju, men tey hava ikki brúkt pengar til at fara undir framleiðslu, og tað mugu tað taka støðu til skjótt.
De Margerie leggur afturat, at oljuprísurin, sum nú er um 70 dollarar, fer ætlandi upp um 100 dollarar.









