Sjálvstýrisflokkurin tekur eisini av fullum huga undir við áheitanini hjá 20 fakfeløgum á politisku flokkarnar viðvíkjandi støðuni hjá Arbeiðseftirlitinum.
- Vit halda, at arbeiðsumhvørvi, fyribyrging og arbeiðstrygd verða raðfest alt ov lágt í løtuni, og at stórur vandi er fyri álvarsligum fylgjum, um uppgávurnar hjá Arbeiðseftirlitinum ikki verða útintar sambært lógum og kunngerðum.
Sjálvstýrisflokkurin sigur seg á tingi fara at virka fyri, at Arbeiðseftirlitið aftur fær nøktandi umstøður at virka undir, tí flokkurin ásannar, at trygd og heilsa altíð má setast fremst, tá talan er um raðfestingar.
- Málið má sjálvsagt vera, at eingin fær arbeiðsskaða ella vinnusjúku. Vit hava ikki ráð at seta okkum lægri mál, sigur Sjálvstýrisflokkurin, sum eisini hevur meldað út í sambandi við áheitanina hjá 20 yrkisfeløgum.