Vandi fyri kríggi

Grannalondini Etiopia og Eritrea eru aftur vorðin ósamd um markið millum londini, og eygleiðarar stúra fyri, at ósemjan fer at gera enda á friðinum, sum fekst í lag fyri sjey árum síðani. ST hevur friðarvarðveitandi hermenn í økinum, men partarnir eru vorðnir alt meiri ágangandi í seinastuni, og umstøðurnar hjá ST-hermonnunum eru versnaðar nógv. Fleiri smærri samanbrestir hava verið millum etiopsikar og eritreiskar hermenn, men ST-hermenninir hava megnað at forða veruligum bardøgum, skrivar Reuters.