Hevur altjóða granskingarstovnurin Worldwatch Institute rætt, kann tað væl henda, at oljuframleiðslan í heiminum fer at minka longu um eini tvey ár. Tann vanliga uppfatanin hevur annars verið, at tað fer at bera til at økja framleiðsluna nógv ár afturat, men Worldwatch Institute sigur í sínari nýggju ársfrágreiðing, at munurin ímillum framleiðslu og eftirspurning fer at veksa í komandi árum.
Jarðfrøðingurin Colin Campbell er eftir drúgvar útrokningar komin til ta niðurstøðu, at oljuframleiðslan í heiminum fer at minka longu í 2007, samstundis sum eftirspurningurin eftir olju fer at veksa nógv. Sambært Worldwatch Institute eru teir høgu oljuprísirnir nú ein fráboðan um eina komandi oljukreppu.
-Fyri 30 árum síðanui dugdi eingin at siga, at vit fóru at fáa eina oljukreppu tá. Støðan er tann sama í dag. Tað er týðiligt, at trot er á olju, men tað er ikki nøkur kreppa, sum hevur gjørt, at tað er so. Men marknaðurin er viðbrekin. Brestur ein bumba í einari av avskipingarhavnunum í Saudiarabia, hava vit eina heimsumfatandi oljukreppu, sigur norðmaðurin Øystein Dahle, sum er nevndarformaður í Worldwatch Institute. Hann veit, hvat hann tosar um, tí í fleiri ár var hann stjóri í Norsk Esso.
Øystein Dahle sigur við Dagsavisen, at eitt bumbuálop á ta størstu oljuhavnina í Saudiarabia fer at leggja heimsins størsta oljuútflytaraland lamið. Tað fer at hava við sær, at marknaðurin missir einar átta milliónir tunnur um dagin, og tað fer so aftur at gera, at oljuprísurin fer úr 50 upp í 100 dollarar fyri tunnuna. Fyri USA, sum innflytir tíggju milliónir tunnur av olju um dagin, merkir tað 500 milliónir dollarar í eykaútreiðslum hvønn dag, og tað tolir amerikanski búskapurin ikki, sigur Øystein Dahle.
Yvirgangur
Í ársfrágreiðingini skrivar Worldwatch Institute, at tann stóri týdningurin, sum oljan hevur, leggur lunnar undir meiri yvirgang. Víst verður á, at USA og onnur lond styðja myndugleikar í londum sum eitt nú Saudiarabia fyri at tryggja sær bíliga olju. Yvirgangur hevur tey bestu gróðrarlíkindini í londum, har fólk ikki hava politisk rætindi, og teir flestu flogrænararnir, sum søktu at USA 11. september í 2001, vóru saudiarabar.
-Tann heimsumfatandi bardagin ímóti yvirgangi ger, at minni verður hugsað um teir grundleggjandi trupulleikarnar so sum fátækradømi og ovurnýtslu av náttúrutilfeingi. Tað einasta, vit kunnu gera, er at fáa meiri burtur úr orkuni og at menna varandi orkukeldur, stendur í frágreiðingini hjá Worldwatch Institute, sum leggur afturat, at betri gagnnýtsla av umhvørvinum hevur avgerandi týdning fyri trygdina í heiminum.