Vandi fyri at lívæðrin til útjaðaran verður kvett av

 Kappingarráðið hevur kravt, at Farmaleiðir hjá Strandferðsluni skulu ikki geva hall næsta ár og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri útjaðaran í Føroyum

Farmaleiðir

Farmaleiðir hjá Strandferðsluni hava altíð verið mettar sum ein lívæðr í føroyska samfelagnum, serliga til útjaðaranær.
Men nú er vandi fyri, at hendan lívæðrin verður kvett av.
Kappingarráðið hevur nevniliga kravt, at næsta ár skulu Farmaleiðir hjá Strandferðsluni ikki geva hall.
Tað merkir antin, at prísirnir á farmaflutninginum skulu hækkast munandi, at útreiðslurnar skulu lækka munandi ella eitt sindur av báðum.
Í 2004 høvdu Farmaleiðir eitt hall uppá 9,9 milliónir, men í fjør var tað eitt sindur minni.
Men í øllum førumer talan um eitt stórt hall.
Hetta merkir, at í meðal skulu prísirnir at flyta farm við Farmaleiðum hækka 50% ella skulu útreiðslurnar lækka 35%, ella skal eitt sindur av hvørjum setast í verk, hevur Kappingarráðið roknað út.
Kristjan Davidsen, stjóri á Strandfeðsluni, sigur, at roknistykkið, sum Kappingarráðið setir upp, er ov einfalt.
At hækka prísirnar gevur neyvan fleiri inntøkur. Flutningurin á teimum økum, sum veruliga muna í inntøkunum, er í kapping við privatu vinnuna, so verður prísurin settur upp, fara onnur avstað við flutninginum. Hugsar serliga um flutning á meginøkinum, um Fiskaflutning o.s.fr.
Tí loysir ein príshækking ikki trupulleikan, sigur hann.

Atlitið til útjaðaran takast burtur
Kristian Davidsen sigur, at í sambandi við útjaðaran fer tað kanska ikki at minka um flutningin at hækka farmagjaldið, tí fólkið har hevur ongar aðrar møguleikar.
 Men samanumtikið meta vit ikki, at tað gevur nakað at hækka farmagjaldið.
Tað skerst ikki burtur, at Farmaleiðir hevur stór sosial atlit í sambandi við útjaðaran, tí har hevur Strandferðslan átikið sær eina flutningsskyldu, hóast tað ikki er lógarfest.
 Men hendir onki annað, samstundis sum treytirnar frá Kappingarráðnum skulu fylgjast, má tað sosiala atlitið til útjaðaran takast burtur fyri fáa hallið hjá Farmaleiðum burtur, staðfestir stjórin á Strandferðsluni.
Tað merkir so aftur, at alt virksemið, sum ikki loysir seg, má steðga.
Stjórin í Strandferðsluni ásannar, at hetta kann fáa stórar avleiðingar fyri útjaðaran, tí sum støðan hevur verið, má Farmaleiðir metast at vera eitt felag fyri útjaðaran.
 Men nú skal Farmaleiðir bara hugsa vinnuligt og alt, sum ikki loysir seg, má sostatt sleppast og tað er fyrst og fremst flutningurin til og úr útjaðaranum, har lítið fólk býr.
 Tað sigur seg sjálvt, at talan verður um eina verri tænastu til útjaðaran. Orsøkin til hallið hjá Farmaleiðum er júst tann, at tær hava átikið sær ein flutning til útjaðaran, hóast tað hevur givið hall.
Kristian Davidsen heldur kortini, at hetta ger tað átrokandi hjá politikarum at taka eina avgerð um, hvussu Farmaflutningurin skulu skipast.
 Skulu Farmaleiðir rekast á handilsligum grundarlagi, má politiska valdið taka støðu til um hetta er ein uppgáva, sum landið skal átaka sær, ella um hon skal vera á privatum grundarlagi.
Hann heldur eisini, at hetta ger tað neyðugt at politikarar taka støðu til, um talan skal vera um flutningsskyldu, sama um tað verður rikið á privatum ella almennum grundarlagi.
At Kappingarráðið hevur tikið hesa støðuna, ger tað í øllum førum átrokandi at ein politisk støða verður tikin til framtíðina hjá Farmaleiðum.
Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á landsstýrismanninum í samferðslumálum, áðrenn blaðið fór til prentingar.