Vandi fyri at føroyingar rýma

Danskur professari í søgu sigur, at vandi er fyri, at føroyingar fara at taka loysing í kjalarvørrinum á fiskakrígnum við ES

 

- Tað er vandi fyri, at føroyingar fara úr ríkisfelagsskapinum og taka loysing.

 

Tað metir Uffe Østergaard, danskur søgufrøðingur og professar í  evropiskari sivilisatión og integratión.

 

Danmarks Radio bað hann í kvøld um eina meting av, hvussu tað kann ávirka ríkisfelagsskapin, skuldi tað hent, at ES boykottar Føroyar.

 

Danska stjørnin hevur gjørt púra greitt, at hendir tað, stendur Danmark í teirri heilt serligu støðu, at Danmark noyðist at fylgja samtyktini í ES og  fer eisini at boykotta Føroyar.

 

Og so standa vit í teirri heilt pínligu støðu, at ein partur í ríkinum má boykotta ein annan part í ríkinum.

 

- Danmark er í ES og Føroyar eru uttanfyri ES, hvussu kunnu vit so verða í ríkisfelagsskapi, spyr danski professarin.

 

- Vit verða noydd at útgreina, hvat ríkisfelagsskapurin er fyri nakað. Og tá ið vit gera tað, er vandi fyri, at føroyingar fara sín veg og gerast sjálvstøðugt, land, sigur Uffe Østergaard.

 

Talsmaðurin hjá danska Fólkaflokkinum í Føroyamálum, Søren Espersen, sigur eisini í Danmarks Radio, at hetta er ein lagnustund fyri Danmark.

 

- Boyggja vit okkum fyri ES, ella stuðla vit donskum statsborgarum í Føroyum, spyr hann

 

Hann orkar ikki tankan um, at føroysk skip, við donskum statsborgarum umborð, skulu verða boykottað í Danmark, bara tí ein grikskur ES kommiserur hevur givið boð um tað.

 

- Føroyar hava krav upp á fullan stuðul úr Danmark istaðin fyri at danska stjørnin leggur seg niður fyri kravboðum úr ES.  

 

- Stendur stríðið ímillum at akta kravboð úr ES og at bjarga ríkisfelagsskapin, veit eg, hvat eg velji, sigur Søren Espersen.