? Bera vit ikki hampiliga skjótt at, kann vandi skjótt vera fyri, at vit missa alt á gólvið.
Pál Weihe, Læknastjóri, sigur, at føroyskir myndugleikar verða noyddir at taka støðu til málið um arvaganskingina heilt skjótt.
Hann sigur nevniliga, at tosa vit um arvagransking, er tíðin rættiliga avgerðandi.
Tey høvdu sett nøsina upp eftir at fáa pening játtaðan til at byrja arbeiðið í fjør.
Tað var so ikki samtykt. ístaðin fyri var ein lítil upphædd sett av til upplýsing.
Men Pál Weihe viðgongur at hann harmast um, at peningur heldur ikki varð settur av á fíggjarlógini fyri í ár.
? Eg má viðganga, at eg haldi, at tað var eitt bakkast fyri málið, sum heild, sigur PálWeihe.
Hann sigur, at tað má helst koma gongd á málið í ár, tí nú er tíðin við at ganga undan.
? Tí skulu vit bíða til komandi ár, verður tað ov seint, í hvussu so er, hvat samstarvinum við DeCode viðvíkur.
? Sjálvir megna vit ikki at byggja upp nakran veruligan granskingardepil í Føroyum. Vit mugu fáa hjálp og vitan aðrastaðni frá.
? Tað var í hesum sambandi, at vit ætlaðu at samstarva við DeCode.
? Men fortreytin fyri tí samstarvinum var nettupp, at vit fylgdust í granskingini.
? Og tað sigur seg sjálvt, at tað er eitt mark fyri, hvussu leingi Decode kann bíða eftir okkum.
Pál Weihe sigur, at hóast samstarvið við Decode dettur niðurfyri, er hann sannførdur um, at arvagransking fer at verða í Føroyum, eins og tað hevur verið gjørt, og eins og tað verður gjørt í Danmark.
? Spurningurin er bara, um vit vilja hava ágóða -í víðastu merking- av hesum sjálvir, ella um vit skulu avreiða virðini uttanlands.
? Hjá okkum snýr tað seg um ein sera átrokandi tørv at menna tann teknologiska førleikan í Føroyum, tí har eru vit eftirbátur, og tað við lít.
Fyribils er málið um tað føroysku arvagranskingina endað við, at løgtingið játtaði pening til upplýsing og bað annars um eina siðsemiliga meting.
? Men verður siðsemisnevndin biðin um eina meting um eitt mál, eigur hon at gera tað hampiliga skjótt.
? Annars kann jú tað henda, at tíðin í sær sjálvum verður ein trupulleiki, og at málið dregur so langt út, at tað beinleiðis verður ein siðsemiligur trupulleiki, sigur Pál Weihe.
Fingu tað bent øvugta burturúr
Pál Weihe sigur, at tá ið tað ikki eydnaðist at fáa pening á fíggjarlógini, hvørki í fjør, ella í ár, eru tey noydd t royna aðrar møguleikar.
? Nú eru vit noydd t royna at finna privata fígging og at søkja grunnar av ymsum slag til granskingina.
? Men vit hava onga trygd fyri, at nakað verður játtað, tí tað eru nógv um boði.
? Úrslitið av hesum er, at tey, sum hava verið bangin fyri, at vit fingu privatar fyritøkur at samstarva við, hava nettupp noytt okkum í føvningin á privatum kapitali, tí onki varð játtað á fíggjarlógini.
? Tað, sum er komið burturúr higartil, er sostatt júst tað øvugta av tí, sum endamálið var.
Neyðugt við almennum kjaki
Annars heldur Pál Weihe, at tað er alneyðugt at fáa gongd á tað almennu upplýsingina, sum tingið játtaði pening til.
? Tað er heilt neyðugt at við einum veruligum almennum orðaskifti um hesi málini, so at vit kunnu fara undir arvagranskingina við eini samdari tjóð í rygginum.
?Men tað neyðuga almenna innlitið kemur ikki av sær sjálvum. Serliga ikki, tá ið málið er so dyggiliga misskilt, sum spurningurin um føroysku arvagranskingina er blivin, eisini.
Men enn eru annars ongi tekin til, at nakra upplýsingarherferð.
?Og nú hevði tað verið gott at fingið hetta almenna orðaskiftið ílag.
Hann heldur t.d., at tað kundi verið siðsemisnevndin sum skipaði eina tílíka upplýsingarherferð. Ella politiska valdið.
? Ein máti kundi verið at biðið norðurlendskar serfrøðingar á økinum til Føroyar at greitt frá.
? Í tí smáa kunnu vit eisini halda fyrilestrar og greiða frá í smáum felagsskapum.
Ein møguleiki var at halda eina almenna hoyring um málið sum ein liður í hesi almenni upplýsingini.
Og um hendan upplýsingin so endar við eini fólkaatkvøðu, sum onkur hevur skotið upp, hevði læknastjórin als onki havt ímóti tí.
? Men so er treytin sjálvandi, at málið ikki verður gruggað til, men at fólk fáa eina sakliga upplýsing.
Onki ímóti fólkaatkvøðu
Sjálvur heldur hann, at ein slík upplýsingarherferð kundi verðið sera gagnlig.
Hann vísir m.a. til Sveis, har fólkaatkvøða var um arvagransking í 1998.
? Frammanundan vísti veljarakanningar, at 2/3 av fólkinum var ímóti arvagransking.
? Men úrslitið av sjálvari fólkaatkvøðuni var tað beint øvugta, tí tá vóru 2/3 fyri arvagransking.
? So nógv sjónarmið hevði upplýsingarherferðin flutt, sigur Pál Weihe.
Tó heldur hann, at málið í sær sjálvum er ov lítið til eina fólkaatkvøðu.
? Tí er her spurningurin heilt einfalt, um vit skulu hava grundleggjandi gransking í Føroyum ella ikki, sigur Pál Weihe.