Vandi er fyri at Hestur avtoftast

Tórshavnar býráð heitir nú staðiliga á Strandfaraskip Landsins um at endurskoða tær broytingar, sum ætlanin er at gera á rutuni til og úr Hesti.

- Tórshavnar kommuna heitir nú staðiliga á Strandfaraskip Landsins um at endurskoða tær broytingar, sum ætlanin er at gera á rutuni til og úr Hesti.

 

Hetta sigur eitt samt býráð í Tórshavnar kommunu í mótmælisskrivi til Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum og Strandfaraskip Landsins í kvøld.

 

- Sum vit skilja, er ætlanin at niðurleggja túrin út Hesti klokkan 07.05 allar gerandisdagar og somuleiðis at niðurleggja aðrar túrar soleiðis, at hestfólk bert sleppa aftur og fram 2-3 ferðir um dagin.

 

Tórshavnar býráð vísir á, at við hesi broyting í samferðsluni millum Hest og Gomlurætt er oyggin skotin nógv ár aftur í tíðina, og tað fer ikki longur at bera til hjá fólki í Hesti at arbeiða og ganga í skúla aðrastaðni.

 

- Vit eru væl vitandi um trongu støðuna hjá Strandferðsluni, men við hesi broyting er grundarlagið fyri menning í Hesti púrasta burtur.

 

Býráðið stúrir fyri, at hesar broytingar koma at føra við sær eina bratta niðurlaging av tí ferðavinnu, sum hevur ment seg nógv seinastu árini, og sum kann skapast í framtíðini við góðum og støðugum ferðasambandi út í oynna.

 

Lagt verður aftrat, at Hestur er partur av Tórshavnar kommunu, og kommunan góðtekur undir ongum umstøðum, at ein partur av heildini verður avhøvdaður.

 

- Landið og harvið Strandferðslan hevur ábyrgd av flutninginum millum oyggjarnar, og á heimasíðuni hjá SSL stendur skrivað, at SSL skal verða við til at sambinda oyggjar, øki og bygdir, men hetta er júst tað øvuta, ið SSL nú fer at fremja.

 

Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini brúkt nógva orku upp á at menna útjaðaran í kommununi. Fleiri fundir hava verið við fólk á smærru plássunum. Tey verða hoyrd, og bygdaætlanir verða í løtuni gjørdar fyri øll økini í kommununi.

 

- Ætlanirnar fevna um trivnað, søgu og fólkavøkstur. Arbeitt verður eisini við bústaðarviðurskiftunum í útoyggj, soleiðis at møguleiki er hjá ungum familjum at seta búgv. Hetta arbeiðið fær eitt skot fyri bógvin, nú máað verður av ferðaætlanini hjá hestfólki.

 

Tórshavnar býráð sigur, at við hesi ætlaðu broyting í samferðsluni kann kommunan gloyma alt um tær ætlanir, sum arbeitt verður við í Hesti.

 

- Broytingin fer ikki bara at skerja túratalið út í Hest, men kann eisini avtofta bygdina, sum fólk virka í og enn fleiri fólk vitja, sigur eitt samt býráð, sum stendur aftan fyri mótmælisskrivið.