Vandar eru men vit megna tað um vit vilja

Tað eru trettan ár síðani, at Árni Olafsson, fór í gongd við uppgávur, sum hava samband við fyrireiking av oljuvinnu undir Føroyum. Fyrsti spakin varð settur í, tá Atli Dam, táverandi løgmaður setti Árna Olafson, Halgir W. Poulsen og Hjallgrim Hilduberg at gera frágreiðingar, sum skuldu verja søk føroyinga at yvirtaka undirgrundina. Seinni varð sett donsk-føroysk embætismannanevnd at fyrireika yvirtøkuna, og tað bar í sær, at Árni fekk innlit í oljuviðurskifti. Tí vóru eisini boð eftir Árna, tá fyrsta Oljuráðleggingarnevndin varð vald. Tá vóru sera fá fólk, sum høvdu nakra vitan um oljumál í heila tikið.

Seinni kom Árni eisini í nevndina, sum skuldi samráðast um markið. Og tað var tí heldur ikki so løgið, at Árni Olafsson var millum mongu fólkini, sum vóru við til handanina av oljuloyvunum í Norðurlandahúsinum 17. august. Hann heldur dagin í Norðurlandahúsinum vera enn eitt vegamót á oljuøkinum og frøðist um, at tað hevur gingist so væl.

-Hetta er so eisini ein byrjan fyri oljumyndugleikarnar og samfelagið. Nú skal leitast av álvara.

Árni Olafsson heldur úrslitið av 1. umfari vera gott. Hann heldur at nóg nógv feløg søktu og harvið fekk man eisini ta kappingina man ynskti. Hann metir eisini treytirnar, sum vit hava sett oljufeløgunum vera rættar og rímuligar og er sum heild samdur við tí, sum embætisverkið og politiska skipanin eru komin ásamt um.


Orðaskifti

Summi halda, at orðaskiftið um avleiðingarnar manglar í øllum útviklinginum. Hvat sigur Árni til tað, nú hann sjálvur hevur verið ein týðandi partur av hesum útviklingi!

-Eg síggi eitt nú húsaprísirnar í Havn sum eitt úrslit av, at ein rúgva av fólki flytur til Havnar bæði av bygd og úr útlandinum og ikki sum eina avleiðing av, at nøkur oljufólk koma henda vegin.

Sjálvur sigur hann seg hava roynt at gera vart við tey negativu árinini, sum kunnu standast av eini oljuvinnu. Um so onnur hava tikið hetta upp í nóg stórum álvara veit hann ikki.

-Tú sær ikki hesa nýggju vinnuna sum ein vanda?

-Jú, sjálvt vavið av hesum kann sjálvandi gerast ein vandi og tað má ein royna at tilbúgva seg so væl til sum møguligt. Men eg dugi ikki at síggja, at alternativið er at siga nei til oljuvinnu. Antin eru vit so bangin, , at man sigur nei til oljuvinnu, ella sigur man, at oljuvinnan kemur, og so ræður um at tilbúgva seg so væl sum gjørligt. Og hann heldur ikki, at vit eru ov sein á sjóvarfallinum í so máta. Nakað er gjørt og meira kann gerast .