Vandamiklu gassfløskurnar eru eisini í Føroyum

Men føroyska fyritøkan metir ikki, at vandin við teimum er so stórur.

Í Danmark heitir Arbeiðseftirlitið á øll, sum eiga eina gassfløsku av merkinum Primagaz ella Primadonna Compolite CS 5 litrar ella 10 litrar, um at lata tær inn aftur og fáa eina nýggja. Danska Arbeiðseftirlitið vil vera við, at fløskurnar eru vandamiklar. Tað vísir seg, at tær ikki tola nóg nógvan hita, soleiðis at vandi er fyri, at tær bresta, um tað gerst ov heitt rundan um tær.

 

Tað er Fønix, ið selur hesar fløskur í Føroyum, men har meta tey ikki, at fløskurnar eru so vandamiklar. In.fo hevur verið í samband við fyritøkuna, sum sigur, at vandi einans er á ferð, um fløskan stendur í opnum eldi eina løtu.

 

Tí er altso eingin vandi á ferð, um fløskan verður brúkt til vanligt brúk, sambært Fønix.

 

Compolite CS 5l og 10l fløskurnar verða vanliga brúktar til gassgrillir og í kampingvognum.

 

Hjá Fønix siga tey, at fólki nýtist ikki at óttast at brúka fløskurnar, tað er einans, um fløskurnar standa í opnum eldi at vandi er á ferð. Eftir øllum at døma tola tær ikki nógvan hita í so langa tíð sum forskriftirnar annars siga.

 

Tó so, um tú eigur eina slíka, so ert tú vælkomin til Fønix við henni, um tú vilt hava hana býtta um. Er talan um eina fulla fløsku, so fært tú eina nýggja, sigur fyritøkan.