Vandamiklar ítróttardraktir uttan endurskin

Børn og ung í ítróttardraktum av ymsum slagi fylla alsamt meir í býarmyndini. Ynskiligt hevði tó verið, at tey vóru væl sjónligari hesa myrku tíðina. Eftir øllum at døma hava feløgini, sum úvega teimum draktirnar, nevniliga ikki ábyrgdina av, at hesar eisini hava áseymaði endurskin


Hóast hugburðurin mótvegis nýtslu av endurskinum má sigast at vera vorðin munandi meir positivur millum bæði børn, ung og foreldur seinastu árini, er tað okkurt, sum bendir á, at ítróttarfeløgini ikki rættiliga fylgja við á hesum øki. Magni Fles, taxakoyrari og pápi, er ein av teimum, sum hevur varnast, at íróttardraktirnar, sum feløgini útvega sínum limum, ikki hava áseymaði endurskin.
- Draktirnar eru sum oftast myrkar á liti, og tí eru hesi ungu í stórum vanda í ferðsluni, umframt at bilførarar hava stóran ampa av teimum, serliga hesa ársins tíð, sigur Magni.
Hvør hevur ábyrgdina?
Magni vísir á, at meðan flestu foreldur royna at tryggja sær, at klæðir, skúlataskur o.a., tey keypa sínum børnum, hava áseymað endurskin, er hetta ikki nóg mikið. So skjótt tey ungu hava fingið eina drakt frá felagnum, ganga tey stórt sæð ikki í øðrum.
- Ítróttarfeløgini verða stuðla av ymsum stovnum, sum fáa sítt búmerki prentað á draktirnar, og sum uttan iva ger tær bíligari hjá teimum ungu at keypa. Og alt gott um tað. Draktirnar eru eisini ómetaliga væl umtóktar, og tí undrar tað meg serliga nógv, at feløgini ikki tryggja sær, at tær hava endurskin, tá tær verða keyptar inn í stórum nøgdum, sigur Magni.
Sjálvur heldur Magni tað verða ilt at meta um, hvør í síðsta enda hevur ábyrgdina av hesum. Men hann kundi ímyndað sær, at Ítróttarsamband Føroya hevur onkrar reglur á hesum øki á hædd við aðrar fyribyrgjandi skipanir, sum veðra álagdar teimum ymsu ítróttarfeløgunum. Ivaleyst er tað eisini so, at stovnarnir, sum sponsorera feløgini og draktirnar, krevja at kunna standa inni fyri tí, pengarnir verða brúktir til. Tí áttu teir eisini at havt ein áhuga í, at draktirnar ikki koma teimum í vanda, sum brúka tær. Í øllum førum má Ráðið fyri Ferðslutrygd væntast, at hava áhuga í, at øll kunnu ferðast trygg í ferðsluni eisini børnini, sum hava keypt eina drakt frá felagnum, tey nú einaferð eru limur í.