Vandamiklar fløskur í eldi og hita

Tá ið eitt sløkkilið verður boðsent, tí eldur eitt nú er umborð á einum skipi, lúrir vandin við fløskum av ymiskum slagi, sum kunnu spreingjast í luftina, um illa vil til. Og soleiðis var eisini í hesum førinum, nú eldur var í fabrikkini umborð á Suðringi

- Sum tíðin gekk, fingu vit fráboðan um, at nakrar stórar ilt-ella brintfløskur stóðu í einum rúmi á troldekkinum, og soleiðis stóðu tvær freon-fløskur eisini í einum øðrum rúmi umborð.
Sunnleif Højgaard, brandumsjónarmaður hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, sigur, at stóru ilt-og brintfløskurnar vóru rættiliga heitar og stóðu í einum rúmi, sum var rættiliga heitt, tá ið teir komu fram á tær.
- Hetta eru stórar fløskur, sum ikki eru lættar at handfara. Vit fingu kølt fløskurnar og rúmið, har tær stóðu og fingu tær síðan út.
Hann ásannar, at slíkt er ikki gamansleikur og kann vera rættiliga vandamikið arbeiði, tí hesar fløskur kunnu spreingjast í nógvum hita ? og pettir frá teimum kunnu fara ígjøgnum stál, um illa vil til.
- Jú, vit vóru bangnir fyri hesum stóru fløskunum, leggur hann aftrat.
Sunnleif Højgaard sigur, at freon-fløskurnar umborð á Suðringi harafturímóti vóru eingin trupulleiki, tí tær vóru ikki so heitar, tá ið sløkkiliðsmenninir komu fram á tær.
- Ta einu løtuna var ein minni spreinging umborð, men vit eru ikki rættiliga greiðir yvir, hvat tað var, sum hendi, sigur brandumsjónarmaðurin.