Ein nýggj virus herskar á væl umtóktu sosialu netverksíðuni Facebook. Um tú opnar eini boð við heitinum ?Hetta klippið skal tú síggja? ? ella líknandi frá einum, ið kallast Koobface, fært tú virus. Leinkjan førir teg nevniliga víðari til eina nýggja heimasíðu, har tú fært boð um at heinta eina nýggja útgávu av Flash Player. Ístaðin fyri at heinta niður eina nýggja útgávu av hesum telduforriti,
heintar teldan nevniliga eitt virus niður.
Alexander Gostev, ið starvast sum virusanalytikari á Kaspersky Lab, sigur um hetta:
- Vandin er sera høgur við hesum virus?inum, tí nýtarir av Facebook vanliga stóla upp á boð, ið verða send teimum frá vinum teirra.
Eini ráð til at sleppa undan hesum er, at man ongantíð skal opna boð ? eisini um tey eru frá vinunum hjá einum ? ið síggja mistonksum út. Harafturat kann tað vera klókt at broyta kotur sínar ofta.