Vandamikið fyri tann feita drongin

Føroyskir tónleikarar um X-Factor: Páll Oddur Rubeksen

Hvat dámar tær X-Factor?

X-Factor er fyrst og fremst gott og væl framleitt undirhald. So væl framleitt, at hyggjarin megnar at gloyma alt um vinnaran frá síðsta ár og er klárur at fylgja við í eini komandi røð. Sjálvur seti eg mær ikki tíð av til at hyggja eftir X-Factor, men eri eg inni, og sjónvarpið er tendrað, so hyggi eg - og sigast skal, at eg ofta eri heima fríggjakvøld. Eg royni at fylgja við, tá live framførslurnar byrja, tí tá eru tey vánaligu sáldað frá. Mær dámar tó sjáldan tónleikin hjá luttakarunum. Men lat tað fara.

X-Factor snýr seg ikki um tónleikin, men heldur hvør hevur tað bestu sangsøguna hetta árið. Tónleikarar hava tað við at hata X-Factor, og eg hoyri ofta, at tað drepur tónleikin, men fyri mítt viðkomandi er tað fínt sjónvarpsundirhald.


Hvat heldur tú um tónlistarliga støðið í kappingini?

Tónlistarliga støðið er í summum førum ótrúliga høgt ímóti endanum á live framførslunum. Talan er jú um vanlig, deyðilig fólk, ið ofta bara hava sungið heima við hús. Tó dámar mær lítið, at sangarar sleppa at nýta Auto-Tune, sum rættar uppá teir skeivu tónarnar. Tá hetta verður nýtt syngja øll líka væl, og har er einki at seta fingurin á, uttan hvussu tey velja at ganga ella dansa.


Heldur tú tað er ein góður máti at byrja sína karrieru?

Um X-Factor er besti máti at byrja sína karrieru uppá, er ringt at siga. Tað er nokk bæði ja og nei. Tað er fínt, um man er ein góður sangari, ongan kennir, ið kann hjálpa einum fram, og ikki dugir at skriva egnan tónleik. So er hetta ein góður møguleiki fyri at vísa síni evnir. Men man skal hava í huga, at X-factor ikki vil framleiða superstjørnur, tí so hevði heimurin havt fleiri hundrað.

Tað vandamikla er, tá tann tjúkki drongurin, ið situr við kassan í Super Brugsen sannførur seg sjálvan um, at hann er ein superstjørna og heldur seg vinna X-Factor. Tá viðkomandi finnur útav, at hann bert er ein tjúkkur drongur, ið situr við kassan í Super Brugsen, fer hann heim og tekur lívið av sær. Tað er ironiskt og undirhaldandi, men eisini álvarsamt.