Gera amerikanarar álvara av hóttanini at leypa á kjarnorkuútbúnaðin í Iran, kann tað elva til kríggj í øllum Miðeystri. Tað er niðurstøðan í einari frágreiðing, sum amerikanskir serfrøðingar, fyrrverandi embætismenn, trygdarráðgevar og heryvirmenn hava skrivað.
Samstundis vísir ein nýggj meiningakanning, at flestu amerikanarar eru ímóti, at USA skal leypa á Iran.
Altjóða kjarnorkustovnurin fer seinni í dag at kunngera eina nýggja frágreiðing um Iran, og har fer hann væntandi at finnast at stýrinum í Teheran, tí tað sýtir fyri at gera eftir samtyktum hjá ST-trygdarráðnum um at gevast við at ríka uran.










