Vandaðu veður

Norrøna, sum fór til Íslands mánadagin, vendi aftur fyri veður. Skipið verður liggjandi á Havnini, til farið verður til Danmarkar

Norrøna vendi aftur av íslandstúrinum, sum byrjaði í Havn mánadagin. Illveður var á leiðini, og gjørt varð av at venda aftur til Havnar, har skipið nú liggur.
Illveðrið, sum væntandi var at koma hendanveg, liggur í skrivandi stund millum londini, og skiparin á Norrønu metti tað vera so mikið ófantaligt, at hann valdi heldur at koma heilur aftur til lands, enn at royna at halda ferðaætlanina við vanda fyri, at skaði kundi henda á skip og farm.
Norrøna kom á Havnina fyrrapartin týsdagin og verður liggjandi, til hon fer til Danmarkar hóskvøldið, sigur Áki Jespersen á Smyril Line. Hann hevði einki frætt um skaða umborð yvihøvur, segði hann við Sosialin beint eftir, at Norrøna var komin aftur til Havnar.
Ikki bara millum londini er illveður. Eisini úr Íslandi frættist frá rættiliga ringum veðri týsdagin. Sagt varð millum annað, at flogferðslan á Eysturlandinum lá still, og at á Seyðisfirði lá allur býurin í streymloysi.