Teir fýra óvanarnir koma neyvan heilt óvart á fólk, men ein nýggj kanning vísur, at hesir óvanar kunnu kosta tær heili 12 ár av lívinum.
Størsta hóttanin ímóti longdini á tínum lívi eru royking, alkohol, manglandi motión og ov lítið frukt og grønt.
Blaðið VG skrivar, at norskir og bretskir granskarar hava gjørt kanningina, og meira enn 5000 fólk eru við í kanningini, og tøl eru brúkt, sum umfata eitt 20 ára skeið.
Fólk vóru spurd, um tey royktu, drukku meira enn tríggjar eindir av rúsdrekka um vikuna, motióneraðu minni enn tveir tímar um vikuna, og um tey ótu frukt ella grønt tríggjar ferðir um dagin.
Granskararnir halda seg hava funnið fram til, at munurin á livialdrinum á javnaldrum, sum annaðhvørt hava allar ellar ongar av teimum fýra óvanunum, var 12 ár.
- Nógv fólk kunnu fáa eitt sunnari og longri lív uttan at føra eitt ekstremt sunt lív, sigur Elisabeth Kvaavik, sum er ein av granskarunum, við VG.
Hon heldur at smáar broytingar á røttum stað kunnu bøta um lívsgóðskuna hjá fólki og gera, at tey liva longri.