Tað eru skjótt 25 ár síðani: 6. september 1998 á Svangaskarði á Toftum, Føroyar spældu EM-undankappingardyst móti Kekkia, ið gjørdust EM silvurvinnarar í 1996.
Vit sum vóru til dystin í øllum mjørkanum gloyma hann ongantíð. Tað var so nógvur mjørki, at útvarpsmennirnir, Jógvan Arge og Suni Merkisstein máttu standa hvør síni megin vøllin fyri at kunna fáa eina líkinda frásøgn.
Tá 84 minuttir eru farnir fær Pavel Nedved reyða kortið, støðan er 0-0, vit eru 11 móti 10, og mest glæsuliga úrslitið síðani 1-0 sigurin á Eysturríki átta ár frammanundan er á gáttini.
Tá 87 minuttir eru farnir liggur John Petersen skaddur á vøllinum. Føroysku verjuleikararnir koyra bóltin út til innkast so John kann fáa viðgerð.
Men so tveita kekkar alt Fair Play fyri borð. Føroysku leikararnir roknaðu við, at kekkarnir fóru at vísa góðan ítrottaranda og fóru at spæla bóltin aftur til føroyingarnar. Men tað gjørdu teir ikki. Kekkar gagnnýttu hesa løtuna, har teir ikki vóru væl ansaðir til at spæla Vladimir Smicer leysan, og hann skoraði einasta málið í dystinum.
Hetta sveið djúpt hjá okkum øllum. Á tíðindafundinum aftaná skúmaði landsliðsvenjarin, Allan Simonsen yvir vánaliga kekkiska ítróttarandan. Nøkur hørð orð fullu eisini millum føroyskar og kekkiskar leikarar, og løgreglan mátti gera sítt fyri at sissa partarnar.
Teir fáu kekkisku áskoðararnir, ið vóru til dystin kendu seg ikki væl, tí teir vóru fult greiðir yvir, at teirra lið hevði brotið eina óskrivaða lóg.
Ein føroyskur flogskipari sum var við til at flúgva kekkiska hópin heimaftur vid leiguflogfari aftaná dystin staðfesti, at lagið var einki serligt á kekkisku leikarunum aftaná óítróttarliga atburðin, ið gav teimum ein 1-0 sigur.
Suni Merkistein sum segði frá dystinum á Útvarpi Føroya hendan dagin fyri skjott 25 árum síðani átti avgjørt at gjørt ein dokumentarfilm um hendan dystin.
Í kvøld klokkan 19.45 møttast Føroyar og Kekkia aftur í einum EM-undankappingardysti á Tórsvølli.
Vónandi argar mjørkin ella væntandi Fair Play ikki hesaferð.
Kelda: Fótbóltsárbókin 1998
##med2##












