Vánaligt kvøld hjá føroyingaliðunum í donskum hondbólti

Ajax tapti í bestu donsku kvinnudeildini, og Lemvig Thyborøn tapti í bestu mansdeildini

Úrtøkan hjá føroyingaliðunum í bestu donsku hondbóltsdeildunum var stak vánalig í kvøld.

 

Í bestu kvinnudeildini tapti Ajax greitt 20-28 fyri Århus á útivølli. Í steðginum var heimaliðið á odda 13-8.

 

Súna Krossteig Hansen skoraði tvey mál fyri Ajax í kvøld.

 

Ajax er fjórðaftast í deildini við bert fimm stigum fyri átta dystir.

 

Komandi mikukvøld tekur Ajax móti liðnum hjá Anniku Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster á heimavølli.

 

Í bestu donsku mansdeildini vóru Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig Thyborøn fyri einum 21-25 tapi fyri Fredericia á útivølli. 

 

Í steðginum var Fredericia á odda 11-10. Vilhelm var ikki millum málskjúttarnar hjá Lemvig Thyborøn hesaferð.

 

Lemvig Thyborøn liggur fjórðaftast í deildini við átta stigum fyri 15 dystir.