- Fleiri av botnfiskastovnunum, ið serliga halda til á innaru landgrunsleiðunum, hava verið illa fyri í nógv ár.
Tað veit Havstovan at siga.
- Fiskiskapurin eftir flatfiski hevur hildnast illa, og veiðan av toski og hýsu hevur verið sera lítil í nógv ár. Tilgongdin hevur svikið, og stovnarnir eru smáir.
Lagt verður aftrat, at tey meira enn 100 árini við veiðihagtølum, er hetta nógv tað longsta tíðarskeiðið við vánaligum fiskiskapi eftir toski og hýsu.
- Yngulkanningarnar á landgrunninum vístu nakað meira av hýsuyngli í 2015, enn tað hevur verið í fleiri ár.
Havstovan veit at siga, at í fleiri av hinum fiskasløgunum var ein lítil bati at síggja, tó at nøgdirnar ikki vóru stórar.











