Vánalig líkind og lítil roynd hjá ísfiskalínuskipum

- Streymurin er hampiligur, men veðrið verður umskiftandi. Útlitini til útróður eru ikki av teimum bestu.

Í løtuni er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap.

 

Skipið fær mest av toski og hýsu, men kemur helst ikki inn aftur at landa fyrr enn síðst í næstu viku ella fyrst í aðru viku.

 

Veðrið er ringt, men helst fara onkur ísfiskalínuskip út aftur, tá veðrið batnar. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at flestu frystilínuskip eru til fiskiskap.

 

- Streymurin er hampiligur, men veðrið verður umskiftandi. Útlitini til útróður eru tískil ikki av teimum bestu.

 

Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og toski.