Manchester United, sum vitjar oddaliðið Leicester City á útivølli í morgin klokkan 17.30, hevur ikki tey bestu hagtølini teir seinastu dystirnar, um sammett verður við tíðina undir Sir Alex Ferguson, sum høvuðsvenjara.
Seinastu 10 dystirnar hevur Manchester United bara vunnið fýra dystir í øllum kappingum. Av sjey teimum seinastu dystunum hjá Manchester United eru heili fýra endaðir við javnleiki 0-0.
Liðið hevur einans skotið fimm mál teir seinastu sjey dystirnar, og í øllum kappingarárinum higartil hevur United bara fingið eitt mál uppá langskot.
Hagtølini eru nakað heilt annað hjá Leicester City framherjanum, Jamie Vardy, sum hevur skorað í 10 teimum seinastu dystunum í Premier League. Skorar Jamie Vardy í morgin setur hann met, sum tann fyrsti nakrantíð, ið skýtur mál í Premier League 11 dystir á rað.