Mangt bendir á, at amerikanski rokkbólkurin Van Halen fer á stóra konsertferð í oktober - enn tá við upprunaliga sangaranum David Lee Roth, sum annars varð koyrdur úr bólkinum fyri 20 árum síðani. Ein tíðindafundur í vikuni fer helst at bera boð um, at so er, skrivar amerikanska Billboard Magazine. Keldur hjá blaðnum vilja vera við, at amerikanski bólkurin, ið hevði sína stórtíð í 80´unum og partvís eisini 90´unum fer at hava 50 konsertir, allar á norðuramerikanska meginlandinum. Umframt David Lee Roth vera brøðurin Eddie Van Halen og Alex Van Halen eisini við. Uppruna bassleikarin Michael Anthony er tó ikki við longur. Hann verður avloystur av Wolgang Van Halen, ið er sonur Eddie. Van Halen skuldi havt verið á konsertferð í summar, men hetta varð av ongum, tá guitarleikarin Eddie Van Halen fór á avvenjingarheim. Seinast Van Halen lótu hoyra frá sær var í 2004, tá Sammy Hagar var sangari á eini konserterð í gav bólkinum okkurt um 250 milliónir krónur í inntøkum.