Manchester United og hollendski venjarin, Louis Van Gaal, hava hesi seinastu mánaðirnar verið fyri stórum atfinningum. Serliga er tað offensiva fótbóltsspælið sum hevur verið keðiligt, og 11 tær seinastu ferðirnar tá Manchester United hevur spælt á heimavølli, hevur hálvleiksstøðan verið 0-0, harav teir flestu dystirnir eisini eru endaðir við javnleiki.
Men sambært bretskum miðlum, er talan um seinasta kappingarárið hjá Louis Van Gaal í Manchester United.
Hollendski venjarin sum annars hevur hálvtannað ár eftir av sínum sáttmála, verður væntandi skiftur út í summar.
Og gitingarnar um hvørjir avloysararnir skulu vera, eru stórar. Áðrenn Pep Guardiola var kunngjørdur sum nýggjur Manchester City venjari í gjár, gingu fleiri søgur um hann sum nýggjan United venjara. Hann er tó útihýstur nú.
José Mourinho er tó eitt navn, sum leingi hevur verið sett í samband við venjarastarvið á Old Trafford. Og í dag kom so eitt nýtt navn, sum er sett í samband við Manchester United. Tað er Tottenham venjarin, Mauricio Pocchetino, sum sambært teamtalk.com skal standa høgt á ynskilistanum hjá Manchester United sum komandi venjara í felagnum.
Manchester United spælir í kvøld klokkan 20:00 á heimavølli móti Stoke.