Valur var fyri greiðum tapi í Heimaey

Valur er triðfremst

Í dag spældu Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í ÍBV dyst á útivølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini úti í Heimaey móti ÍBV.

 

ÍBV vann greiðan 34-28 sigur. Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á. Í steðginum var ÍBV bert á odda við einum máli, 18-17. 

 

Allan var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Vali. Úlfar Páll Monsi Þórðarson skoraði heili 16 mál fyri Val í dag. Also meir enn helvtina av málunum.

 

Valur er triðfremst í deildini við 16 stigum. Teir hava trý stig upp til oddaliðið, FH sum hevur 19 stig. 

 

Komandi hóskvøld klokkan 19.30 tekur liðið hjá Sveini Olafssyni og Halli Arasyni, Afturelding móti Vali á heimavølli. Afturelding er eitt frammanfyri Val.