Valur vann stórt

Eingin stegðar Vali í bestu íslendsku kvinnudeildini í løtuni. Liðið hevur eftir 12 umførum fult stigatal, og hevur beina kós ímóti meistaraheitinum.

Í málinum stendur føroyska Randi Wardum, og í gjár vunnu hon og liðfelagarnir heili 5-0 á heimavølli móti Fjölnir, sum er botnproppur í deildini. Margrét Lára Viðarsdóttir gjørdi bart og stóð fyri øllum málunum.

Valur hevur í løtuni 36 stig, sum er seks fleiri enn KR, sum liggur á øðrum plássi.