Valur vann á verandi meistarunum

Liðið hjá Allani Norðberg og Bjarna í Selvindi er nú eitt stig frá oddinum

Liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Valur spældi í kvøld toppdyst á heimavølli í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík.

 

Dysturin var ímóti verandi meistarunum, FH. 

 

Tað eydnaðist Vali at vinna ein flottan 33-26 sigur á verandi meistarunum. Í steðginum var Valur frammanfyri 16-14.

 

Bjarni skoraði fimm mál og var næstbesti málskjúttin hjá Vali. Allan skoraði tvey mál og fær eisini rós fyri dygdargott verjuspæl. 

 

Valur hevur 22 stig á triðja plássinum í deildini. FH og Fram eru fremst við 23 stigum hvør.

 

Liðið hjá Sveini Olafssyni og Halli Arasyni, Afturelding hevur 22 stig á fjórða plássinum, so tað er sera javnt og spennandi í bestu íslendsku deildini.