Valsur í Syðrugøtu

Tað var sera lýtt í veðrinum, meðan valsitónar ljóðaðu yvir Syðrugøtu. G!Dagur 2 eru byrjaður við valsi og eisini eitt slag av svingandi ompa-tónleiki  tó var árgangurin ikki tann sama sum á midnátt í gjárkvøldið.

Tey umleið 12 í bólkinum, við harmonikum og fiólum, vóru heldur eldri og frískir danir. Tónleikurin var harmoniku- ella dansitónleikur. Hetta setti sín dám á bygdina, sum spakuliga vaknaði upp til sín seinna festival-dag. Ein kann ikki siga, at tónleikurin var ætlaður teimum yngri gestunum, og var Valseværket uttan iva ætlaðir tí eldra ættarliðnum og helst meint sum eitt frískligt innlegg so tíðliga á degnum.
Annars verður sagt frá fyriskiparunum, at teltplássið er útbygt nakað, so pláss er fyri fleiri. Fyriskipararnir heita á áhugaði um at ringja á skrivstovuna og spyrja nærri.