Fólkatingsval
Valevnislistin hjá Tjóðveldisflokkinum varð upprunaliga gjørdur á eykaflokstinginum hjá flokkinum, men síðani tá eru nakrar broytingar gjørdar á listanum, soleiðis at endaligi listin nú telur tjúgu valevni.
Ein av teimum, ið var á upprunaliga listanum yvir valevni, er Finnur Helmsdal, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin. Hóast hann játtaði at stilla upp til valið upprunaliga, hevur hann tó broytt støðu. Tað var hósdagin í seinastu viku, at Finnur Helmsdal boðaði flokki sínum frá, at hann ikki ynskir at stilla upp fyri flokkin til fólkatingsvalið hin 20. november.
Finnur Helmsdal er varamaður á tingi fyri Høgni Hoydal, landsstýrismann, og hann hevur eisini roynt seg bæði til løgtings-, býráðs- og fólkatingsval. Persónliga atkvøðutalið hevur eisini ligið omanfyri hundrað við okkurt høvi.
Orsøkirnar til, at hann ikki velur at stilla upp hesaferð, sigur hann vera, at hann ongantíð hevur verið serliga áhugaður fyri at stilla upp til fólkatingsval, hóast hann hevur roynt hetta.
-Av fyrstan tíð játtaði eg at stilla upp, men tá eg sá, at listin var rættiliga stórur og góður, so helt nóg góða orsøk vera fyri ikki at stilla upp, sigur Finnur Helmsdal.
Finnur Helmsdal heldur, at tað hevur týdning, at Tjóðveldisflokkurin er við í valstríðnum, soleiðis at hinir flokkarnir ikki fáa alla umtaluna hesa næstu tíðina.
-Eg haldi tað vera týdningarmikið, at Tjóðveldisflokkurin er við í valstríðnum, tá ið hinir flokkarnir eru við. Spyrt tú meg, um tað er rætt at stilla upp, so vil heldur siga nei enn ja. Tað er valstríðið, sum hevur týdning, heldur enn valið, sigur Finnur Helmsdal.
Tingmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum heldur, at flokkur hansara hevur góðan møguleika at vinna sær sess á fólkatingi, tá ið flokkurin stendur sterkari í huganum hjá veljarunum nú enn seinastu ferð.
Hann visir eisini á, at tað er óheppið, nú samgonguflokkarnir liggja og kríggjast innanhýsis upp undir valið. Finnur Helmsdal sær helst, at tað vera tvey umboð úr núverandi samgongu, ið fáa umboðan á fólkatingi 20. november.
Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldisflokkin, sigur seg virða avgerðina hjá Finni Helmsdal. Floksformaðurin heldur tað samstundis vera keðiligt, at Finnur Helmsdal ikki stillar upp, tá ið hann hevði kunnað savnað saman atkvøður.
Finnur Helmsdal ætlar ístaðin fyri fólkatingsvalið at leggja alla orku í komandi løgtingsval.