Jóan Jacob Winther
Skopun:
Sleppið fullveldistosinum
Vit eiga at sleppa frá fullveldistosinum. Tað er gott at vera sín egin, men tað ber til at gerast sjálvstøðugur innan fyri verandi stýrisskipan.
Eg eri í móti at tosað verður um privatiseringar. Tað fer undir ongum umstøðum at gagna útjaðaranum, at eitt nú samferðslan verður privatiserað. Eg vænti ikki, at nakar fer at vilja hava nakað við smáu ruturnar at gera.
Bankan hava vit øll goldið, og eg haldi, at vit øll skulu eiga hann. Eisini í framtíðini.