Valskrá Miðfloksins:Kristindómur og trivnaður

Ein nýggjur landsstýrismaður í familju og trivnaðarmálum telist millum ætlarnirnar hjá Miðflokkinum komandi fýra árini. Politikkurin verður sum vant bygdur á tað kristna lívsvirðið. Í fullveldisspurninginum er svarið eitt sindur til báðar síður


Valskrá

Miðflokkurin hevur kunngjørt sína valskrá til komandi løgtingsval, sum verður 30. apríl. Í valskránni verður størstur denturin lagdur á kristindóm og trivna. Valskráin brýtur frá teimum, vit hava sæð frammanundan. Her verða fosturtøka og Ísrael sett í fremstu røð og vinnumál verður mestsum ikki tikin upp á tungu.
Miðflokkurin er tó greitt ímóti ES-limaskapi.

Rættartrygd
Korini hjá teimum eldru, veiku og sjúku fáa nógva umrøðu í valskrá Miðfloksins eins og formaður floksins, Jenis av Rana og Tordur Niclasen nýttu nógva tíð uppá hesi viðurskifti á tíðindafundi týsmorgunin. Teir stóru flokkarnar hava allir havt hetta uppi og vent á teirra tíðindafundum.
Politikkurin hjá Miðflokkin, sum fylgir kristna lívssýninum, er, at rættartrygd skal vera fyri øll. Flokkurin mælir harðliga ímóti lóggávuni tá tað viðvíkur fosturtøku. Flokkurin heldur tað ikki vera rætt, at eldra ættarliðið, sum hevur stríðst fyri at skapa samfelagið, fær so mikið vánalig kor, ið samfelagið bjóðar teimum sum er. Hesum ætlar flokkurina t bøta um. 40 milliónir skulu setast av á hvørjum ári næstu fýra árini til fleiri røktarpláss, segði Tordur Niclasen á fundinum.
Miðflokkurin er av teirri fatan, at fylgja vit bert bíbliuni viðvíkjandi teim, veiku, sjúku, einkjum, faðirleysu v.m., so verður betur møguleiki fyri at taka sær av øðrum viðurskiftum.

Javnbjóðispartar
Bill Justinussen segði á tíðindafundinum týsmorgunin, at teir ikki vilja seta í bás í høgra ella vinstara ella loysing ella samband.
?Vit byggja á kristna lívsvirðið fyrst og fremst, sigur altso Bill Justinussen.
Jenis av Rana segði seg leggja lítið í orð sum loysing, ið hann heldur órógva fólk. Miðflokkurin vil hava felagsskap við aðrar tjóðir á jøvnum føti. Hetta skal sjálvsagt vera fyrst og fremst Grønland og Danmark, sigur Miðflokkurin í valskránni.
Miðflokkurin er ikki nøgdur við núverandi ríkisfelagsskap, men hann er eisini misnøgdur við blokkniðurskurðin.
?Vit vilja heldur leggja okkara trygd á gud, sigur Jenis av Rana.
Hetta leggur flokkin eitt sindur báðu megin í fullveldisspurninginum, har hann áður hevur ligið tættari at samgonguni, men nú hevur lagt seg báðu megin markið.

Kristindómur og Ísrael
Eins og við fosturtøkuni so sært tú ikki nógv til Ísrael í øðrum valskráum til hetta komandi valið. Miðflokkurin vil hava, at Føroyar veita fullan og heilan stuðul til guds land, Ísrael, varð sagt.
?Vit skilja ikki, at mann ikki stuðlar einasta demokratinum í Miðeystri, Ísrael, sigur Jenis av Rana.
Miðflokkurin ynskir eisini at hækka menningarstuðulin til einar tvær milliónir ella meira.
Miðflokkurin hevur als ikki hug at góðtaka, at kristindómur skal deilast við aðrar religiónir um tímarnar í føroysku skúlunum. Dentur skal leggjast á kristindóm og bara kristindóm í skúlunum. Hetta skal vera grundarsteinurin undir einum kristnum lívsstíli.