Liss Joan Hansen, Funningsfjørð
?????????????
Havi seinastu kvøldini hugt at valsendingunum í SVF, har Øssur Winthereig er vertur. Má viðganga, at hetta hevur verið eitt skuffilsi av teimum heilt stóru. Mest av øllum havi eg undrast á, at Øssur spyr luttakarnar um nakað sum helst, tí hann vil slett ikki hoyra tey svara uppá tað, hann spyr tey um!
Í gjárkvøldið bar so av. (hósdag 8 januar) Hetta kvøldið var valsendingin úr Eysturoynni, og tað fyrsta evnið var um vatnorkuútbyggingina hjá SEV. (rev)álvaratos!
Fyrst eina samrøðu við dagrøktaraleiðara, sum ikki vildi missa spæliplássið hjá børnunum í dagstovninum á Oyri, alt gott um tað. Men so segði hon at vatnorkuútbyggingin er í lagi, um SEV vísir hóvsemi, tá teir taka vatnið! Vælsignaða eigi teg, koyr tær ein túr til Funningsfjarðar, og hygg eftir hvussu hóvligir SEV eru, tá teir fara at taka vatnið úr áðunum. Hyggjuráðini eru nokk at taka ein lupp ella, enn betri, mikroskop við tær, um tú altso ætlar tær at síggja nakað vatn í áðunum við vestaru síðu av Funningsfirði. Gongur tú niðaná fjøllini, oman fyri har byrgingingarnar í áunum eru, sær tú, at allar smáar grøvir og veitir eisini eru veittar til vatnúttøkini hjá SEV. Tað var eisini sagt her á leiðini, áðrenn SEV tók áirnar, at teir bara skuldu taka ein part av teimum, men her gongur sjón fyri søgn. Nei, SEV tekur hvønn ein dropa?..hví ólukkan skulu teir ikki gera tað, tá vatnið er tað, teir eru farnir eftir?
Síðan eitt umfar til luttakarnar uppá 1 1/2 minutt at tosa í, og so nakrir spurningar frá Øssuri Winthereig. Bara tað hann spyr um, og einki annað kann sigast í sendingini. Eingin tíð til at svara, luttakarnir verða avkvettir mitt í einum svari, og sleppa als ikki at rættað tær skeivu uppfatanir Øssur fær fólk til at halda, at valevnini kanska hava sagt! Hví skal Kyoto-sáttmálin verða við til at steðga SEV útbyggingunum? Hasin eini motorurin, sum SEV nýtir til hesa vatnorkuna, hevur ikki so nógv co2-útlát, at tað gerð nakran mun uppá vakstrarhúseffektina, samanborið við árinið á nærumhvørvið av, at áirnar verða turrlagdar!
Tað ljóðar sera gott at siga, at tað í løtuni verða gjørdar árins-kanningar við Funningsfjørð, og at vit fáa eitt svar uppá tær skjótt. Men hvat er hetta svarið vert? Kanningarnar byrjaðu ikki fyrr enn eftir at vatnið varð tikið úr áunum og nærumhvørvinum. Hugsa tær, at ein maður hevur eina langa fjøl, sagar eitt petti av og brennir tað. Koyrir síðan øskuna burtur, og biður ein annan mann koma at máta hvussu lang fjølin var, áðrenn hann sagaði og brendi pettið av fjølini. Hvussu góður er møguleikin fyri, at tann seinni maðurin finnur útav upprunaligu longdini á fjølini? Hann hevur ikki møguleika at brúka eygamál, tí hann hevur ikki sæð fjølina fyrr enn eftir at hon er stytt, og eigarin hugdi ikki at hvussu long fjølin var áðrenn hann sagaði.
Tí kann sigast, at tær sokallaðu árinskanningarnar eru reint spæl og gitingar, sum ikki kunnu brúkast til nakað sum helst. Tær eru umleið líka nógv verdar sum tann burturbeinda øskan av omanfyri nevndu fjølini.