Bæði upp undir fólkatingsvalið og nú hava politisku flokkarnir gramt seg um, at valplakatirnar ikki fingu frið at hanga.
Men í gjárkvøldið og í nátt var tað vindurin, sum fór illa við valplakatum.
Politiið fekk fleiri fráboðanir um plakatir, sum fóru sendandi millum hús bæði her og har í landinum, og summastaðni var vandi fyri, at plakatirnar á bilar, eitt nú í Kollafjarðardali, har tað er so ábart.









