- Vit skulu syrgja fyri at halda okkara vallyftir!
Tað sigur Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, í sambandi við, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2010 er til umrøðu í Løgtinginum.
Í uppskotinum eru ætlaðu tunlarnir lúkaðir burturúr, og tað heldur løgtings- og fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum vera positivt.
- Flestir løgtingslimir fóru til val uppá, at bleytu virðini skulu koma fram um asfalt og betong. Tí kunnu vit ikki forsvara, at t..d. tunnlar eru inni aftur í fíggjarlógaruppskotinum, tá tað kemur úr aftur Fíggjarnevndini, segði hann.
Hann leggur dent á, at Føroyar eru í einari kreppulíknandi støðu, og undir verandi umstøðum er púra burturvið at gera íløgur í tunlar.
- Botnurin í landskassanum dagar nú undan. Í longdini ber ikki til at skriva út fleiri almenn lánsbrøv, sum í grundini bara er at rulla skuld framman fyri sær. Og vit kunnu heldur ikki forsvara at skriva út skuldarbrøv til komandi ættarlið av føroyingum at gjalda.
Um sjálva viðgerðina í Fíggjarnevndini, sum nú fer at byrja, sigur Edmund Joensen, at føroyingar ikki fara at góðtaka nakra lokalpolitiska dagsskrá í nevndini.
- Tí eigur meirilutin í Løgtinginum heldur ikki at góðtaka, at nøkur fá vilja umfordeila landsins virðir, sum teimum nú einaferð lystir.
- Um nøkur meining skal vera í, at Landsstýrið ger eitt fíggjarlógaruppskot, ja so er hetta uppskotið, ið Landsstýrið nú hevur latið Løgtinginum í høvuðsheitum tað, ið Tingið eigur at samtykkja.










