Vallyfti fyri 116 mió

? Øll tey lyfti, vit hervið hava bundið okkum til, kunnu vit loysa fyri 116 milliónir, segði Jóannes Eidesgaard á tíðindafundinum týsmorgunin


Javnaðarflokkurin hevur gjørt útrokningar, sum vísa, at eftir fýra árum økjast útreiðslurnar av teimum vallyftum, flokkurin gevur, við 194 milliónum krónum. Men av tí at skattainntøkur landskassans eisini økjast av hesum, verður nettoútreiðslan »bara« 116 milliónir krónur.
? Hetta kunnu vit bera saman við, at sitandi samgonga hevur økt útreiðslurnar á fíggjarlógini við 950 milliónum farnu fýra árini, so hetta skuldi ikki verið nakar trupulleiki, sigur Jóannes Eidesgaard.
Flokkurin hevur gjørt eina ætlan um, hvussu útreiðslurnar skulu økjast tey fýra árini í komandi valskeiði.
Íløgur til ellis- og røktarheim verða frá landsins síðu 20 milliónur um árið, tilsamans 80 milliónir. Eftir galdandi lóg er landsins partur 50%, meðan kommununnar partur eisini er 50%.
? Vit eru greið um, at hetta kann gerast trupult hjá kommununum, og tí ætla vit møguliga at broyta skipanina, segði Jóannes Eidesgaard á tíðindafundinum.
Hóast land og kommunur býta íløgurnar til røktarheim, so er tað landið, sum rindar allan raksturin. Javnaðarflokkurin metir, at útreiðslurnar til rakstur økjast 15 milliónir um árið, tilsamans 60 milliónir alt valskeiðið, har landið ber allar útreiðslurnar.
Annar stórur útreiðslupostur av vallyftum Javnaðarfloksins er tvífaldaða barnsburðarfarloyvið við løn. Hetta fer at kosta landskassanum aðrar 60 milliónir eftir fýra árum.
Javnaðarflokkurin legði uppskot fyri tingið herfyri um at fáa í lag ein systkinaavsláttur, so at fólk við fleiri børnum einans skulu gjalda fult fyri fyrsta barnið. Hetta uppskotið fall í tinginum, men er hetta millum tey mál, sum Javnaðarflokkurin ætlar sær at fremja í komandi samgongu. Men flokkurin lovar, at hetta ikki fer at føra til øktar útreiðslur fyri kommunurnar ? hóast kommunurnar hava tikið yvir barnaansingarøkið ? so ætlar Javnaðarflokkurin at landið skal bera øktu útreiðslurnar av hesi skipan, sum flokkurin sigur er 10 milliónir um árið.
Javnaðarflokkurin ætlar eisini at styrkja samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. Hetta førir sjálvandi til, at meira skal gjaldast í grunnin, og verður landssins partur sum arbeiðsgevari øktur við fimm milliónum um árið til 20 milliónir um fýra ár.