Zakarias Wang
----
Nú hevur góði vinur mín Jóhan Petersen havt sína árligu grein um
fólkaatkvøðuna. Tað er at fegnast um, at hann so trúliga roynir at minna okkum føroyingar á størsta dag í søgu okkara.
Eg síggi, at hann eisini er farin at nýta ta bók, eg gav út við skjølum um hendingarnar fyri og eftir fólkaatkvøðuna. Har et nógv til at taka!
Men eitt er løgið, og tað er, at hann ikki rættiliga hevur fingið fatur á hvør valluttøkan var á fólkaatkvøðuni. Verða bæði tøl hansara rundaði upp, so sigur hann í fyrstu syftu, at valluttøkan var 68%, men síðani, at ein onnur kelda sigur, at hon var 66%. Annað av hesum tølum er skeivt, men hvat er tað?
Hetta er tó einki dulsmál, tí svarið stendur í næsta setningi. Har sigur hann tað, sum stendur á síðu 566 í bókini “Fólkaatkvøðan 1946”. Hetta er tað bræv, dagsett 16. september 1946, har setti amtmaðurin boðaði forsætisráðnum frá, at heima sótu 32%, og ikki er neyðugt at vera stórur roknimeistari fyri at síggja, at valluttøkan tí var 68%, og at tann keldan, sum sigur 66%, hevur mistikið seg. Víðari sigur hann, at loysingin fekk 33% og stjórnaruppskotið 32%, og at av øllum veljarunum lótu 3% inn seðlar, har ikki kundi gerast av, um viðkomandi var fyri loysing ella stjórnaruppskotinum.
Úrslitið av fólkaatkvøðuni var tí krystallklárt. Løgtingið hevði biðið veljararnar vegleiða seg, tí tingmenn kundu ikki finna út av, um takast skuldi undir við stjórnaruppskotinum ella loysast. Heili 65% av øllum veljarunum hugsaðu so væl um málið, at tey vóru før fyri at geva tingmonnunum eitt greitt svar, og av teimum vóru 161 fleiri fyri loysing enn fyri stjórnaruppskotinum. Stjórnaruppskotið kom tí í minniluta og fall, tí tað fekk bert 49,3% av atkvøðunum, meðan loysingin hevði meiriluta og vann við 50,7%. Luttøkan á hesi fólkaatkvøðu var eisini óvanliga høg samanborin við ta, sum aloftast er á fólkaatkvøðum aðrastaðni.
At tingmenn ikki vildu seta loysingina í verk beinanvegin er eitt annað mál.
Tað er teirra skomm og ikki veljaranna skomm. Men sum stjórnmálamenn í Sveis, har vanligt er við fólkaatkvøðum, plaga at siga: Í longdini hevur tað víst seg, at veljararnir høvdu rætt (Fólkaatkvøðan 1946, síða 8). Vit føroyingar hava fingið nógv gagn burtur úr, at tey, ið vóru á døgum fyri 66 árum síðani, stóðu so stinn, og einki er at ivast í, at halda vit á við at byggja á tað støðið, tey ruddaðu okkum, so fara vit øll, eisini Jóhan Petersen, at fáa enn meir gagn burtur úr hesi røttu avgerð tjóðarinnar í komandi tíðum.