Valið skal kannast

Tað er lítil ivi um, at Hamid Karzi vann forsetavalið í Afghanistan leygardagin, men kortini hava myndugleikarnir játtað at kanna, um alt fór rætt fram.

Eftir áheitan frá hinum 15 valevnunum hava afghansku valmyndugleikarnir gjørt av at kanna, um alt var í lagi, tá afghanar valdu forseta leygardagin. Tað 16. valevnið, Hamid Karzai, kravdi onga kanning, og hann hevur uttan iva eisini vunnið valið.

Mótvalevni hansara hava víst á, at eftirlitið á valstøðunum virkaði ikki, soleiðis at fleiri kundu velja bæði tvær og fleiri ferðir. Valmyndugleikarnir nýttu eitt serligt slag av blekki, sum veljararnir fingu upp á annan tummilin, áðrenn teir kundu atkvøða. Sambæt myndugleikunum fekst blekkið ikki avaftur við góðum, men hetta vísti seg kortini ikki at vera so trupult, og tí kundu fleiri atkvøða fleiri ferðir, siga tey 15 valevnini.

Tey hava samstundis játtað at góðtaka kanningarúrsitið. Tað merkir, at kemur kanningarnevndin til ta niðurstøðu, at Karzai vann valið kortini, er hann valdur. Men úrslitið kemur ikki fyrr enn um einar tríggjar vikur.