Súni í Hjøllum
Sum bygdaráðslimur í Nes kommunu ert tú við til at umsita skattgjaldarans pening, sum í løtuni er 27 mió. kr árliga. Hetta er ein stór ábyrgd, men samstundis ein sera spennandi uppgáva, tá ið tú ynskir framburð og menning fyri bygdirnar á Nesi, Toftum og í Saltnesi.
Verður mær víst álit á valdegnum, fari eg framhaldandi at virka fyri at skapa góðar karmar fyri vinnuligum og arbeiðs-skapandi virksemi, sum so aftur ger tað møguligt at loysa mong og stór mál, ið liggja fyri framman. Mál, sum hava sum stavnhald at betra um trivnaðin fyri øll í Nes kommunu ? ung sum eldri.