Undir heitinum, Felags avgerðir ? felags ábyrgd, verður skipað fyri politiskum valfundi á Føroya Læraraskúla hóskvøldið, 4. november, kl. 19.
Tað verða kvinnulig valevni, sum her fáa høvi at bera fram síni sjónarmið, og millum annað verður Bústaðrbygging og ?politikkur, ferðsla, barnaansing, eldrarøkt, mentan, vinnulív og umhvørvi millum evnini, sum tosað verður um.
Tað eru løgtingskvinnurnar og umboð fyri flokkarnar á tingi, ið ikki hava kvinnuliga umboðan, sum hava tikið stig til fundin.
Bjørt Samuelsen, tíðindakvinna, verður orðstýrariá fundinum, sum er almennur.