Hesa ferð er bara ein listi til býráðsvalið í Sunda kommuna, men tað hevur eydnast at finna avlevni úr næstan øllum bygdunum í kommununi.
Fimm av teimum ellivu býráðslimunum stilla ikki uppaftur. Tey eru borgarstjórin Kim Durhuus, varaborgarstjórin Guðrið Samuelsen og haraftrat Elsa Andreasen, Finnbogi Midjord og Sigrid Christensen.
Listin sær soleiðis út:
Eyðgerð Mørkøre Kruse, Hósvík, Tordis Dahl, Oyri, Asbjørn J. Djurhuus, Tjørnuvík, Ulla Joensen, Norðskáli, Danvør Zachariasen, Norðskáli, Trúgvi K. Joensen, Hvalvík, Sofus Debes Johannesen, Gjógv, Sonni Samuelsen, Hósvík, Hans Kristian A. Abrahamsen, Magnus Pauli Dahl Olsen, Saksun, Elias Hammer, Haldórsvík, Hans Jákup Kollslíð,Hvalvík, Hans Dávid Dam, Norðskáli og Heðin S. Zachariasen, Streymnes.
Ta ið bara ein listi er, skal atkvøðast persónligt. Ein atkvøða fyri listanum er ógyldug.