Valevni meldar seg úr Tjóðveldi

Tað hevur fingið avleiðingar fyri Tjóðveldi, at flokkurin tók undir við at gera ídnaðarøki á Sundi

Tað hevur nú fingið avleiðingar fyri Tjóðveldi, at flokkurin í Tórshavnar Býráð tók undir við at føra grót úr Eysturoyartunlinum inn á Sund og at gera eitt 50.000 fermetra stórt ídnaðarøki har.

 

Tað eru nevniliga limir í Tjóðveldi úr Kaldbak, sum hava meldað seg úr flokkinum av tí sama.

 

Ein av teimum er Edith Vang, sum var valevni á seinasta býráðsvali, tá ið hon fekk 93 atkvøður og var nummar 10 á listanum. Hon var eisini valevni á býráðsvalinum í 2008, tá ið hon fekk 83 atkvøður.

 

Hon váttar fyri okkum, at hon hevur tikið seg úr flokkinum og tað hevur hon gjørt fyri at vísa, hvussu ónøgd hon er við at flokkurin tók undir við at gera ídnaðarøkið á Sundi.

 

Hon leggur afturat, at hevði hon sitið í býráðnum, skuldi hon heldur slitið samgonguna enn at góðtikið, at grótið úr Eysturoyartunlinum varð fylt upp á Sundi.