Valevnið hesaferð: Føroyar eru endaðar í luksusfelluni

- Tá Løgtingið samtykkir at brúka pengar upp á meira ella minni óneyðugar íløgur, hóast landskassin ikki eigur pengarnar, haldi eg, at Føroyar eru endaðar í luksusfelluni, sigur Jóanes N. Dalsgaard, valevni fyri Sjálvstýrisflokkin, sum ikki metir, at verkætlaninar við Saltsilo og langhyli eru so týdningarmiklar, at tað kann forsvarast at seta landi í størri skuld fyri at gera tær

Hann átti virknan leiklut undir valstríðnum til løgtingsvalið í 2008. Tá var tað sum samfelagsfrøðingur og politiskur viðmerkjari, at hann gjørdi seg galdandi. Nú eru tað onnur, sum skulu meta um hansara meiningar.
Jóannes N. Dalsgaard er millum teirra, sum eru í uppskoti fyri Sjálvstýrisflokkin. Hann saknar yvirskipað mál, visiónir og perspektiv í føroyskum politikki. Hann heldur, at politiski myndugleikin í Føroyum skal tryggja fólki rásarúm, bæði fysiskt og andsligt, og at ungdómurin ikki noyðist av landinum at taka útbúgving.

Hugsar ikki um stevnuskráir
Hví bjóðar tú teg fram fyri Sjálvstýrisflokkin?
- Eg eri ikki ein, sum gongur so nógv upp í stevnuskráir. Stevnuskráir hava lyndi til allar at líkjast. Tað, sum eg hefti meg við, er søgan, mentanin og hugburðurin, sum merkir Sjálvstýrisflokkin og sjálvstýrisfólk. Sjálvstýrisflokkurin er í sínum uppruna ein framburðsflokkur. Siðbundna sjálvstýrisstevnan var og er proaktiv og ikki reaktiv. Hetta merkir, at fokus er á, hvat tú vil, heldur enn hvat tú ikki vil. Sjálvstýrispolitikkur er stremban eftir framburði, og til tess krevjast góð kor fyri nýhugsan, ikki minst frælslyndi og tolsemi. Eg kenni meg at vera andliga skyldan við nógv av teimum framburðsfólkunum, sum upprunaliga myndaðu Sjálvstýrisflokkin. Serliga vil eg nevna háskúlamenninar Rasmus Rasmussen og langabba mín Símun av Skarði, sum mínar fyrimyndir.

Mangla visiónir
Hvat saknar tú fremst av øllum í føroyskum politikki?
- Eg sakni yviskipað mál, visiónir og perspektiv. Tak tildømis hetta, at vit skulu byggja nýtt havrannsóknarskip. Hetta kundi verið gjørt til eina samfelagsliga framburðsverkætlan fyri Føroyar, eins og Apollo-verkætlanin var tað fyri USA. Í 1961 boðaði John. F. Kennedy frá, at innan 10 ár skuldi USA hava sett fólk á Mánan. Við hesum byrjaði ein tilgongd, sum hevði kollveltandi avleiðingar fyri framburðin, ikki bara í amerikanska samfelagnum, men í øllum heiminum. Nýggja havrannsóknarskipið kundi verið okkara Apollo-verkætlan! Vit hava stak dugnalig og vælútbúgvin fólk í Føroyum, sum arbeiða við menning og framleiðslu av øllum frá software til hátøkniligan elektroniskan og mekaniskan útbúnað. Settu vit okkum tað fyri, at menna mest framkomna havrannsóknarskip í heiminum, kundi hetta skapt eitt satt framlop í føroysku samfelagsmenningini.
Men ístaðin fyri at síggja perspektivið í hesum, brúkti Løgtingið herfyri nógvar tímar uppá at viðgera, hvussu til ber at varðveita gamalt føroyskt bátasmíð. Hetta er eitt dømi um, hvat er galið við føroyskum politikki!

Hvussu kundi tú hugsa tær, at fiskiveiðan verður løgd til rættis?
- Fiskiveiðan skal stýrast, og gjaldast skal fyri vinnuliga gagnnýtslu. Men fiskivinnan skal annars skipa seg sjálva eftir liberalum marknaðartreytum.
Liberala fatanin er, at øll hava rætt til frítt at gagnnýta alt náttúrutilfeingi, so leingi tað er til egið uppihald. Tá gagnnýtslan gerst vinna, er støðan ein onnur, serliga um gagnnýtslan hjá einum skerjir møguleikarnar hjá øðrum at gagnnýta sama tilfeingi. Tá talan er um vinnu, sum kann hava oyðing við sær, skal samfelagið í fyrsta lagi gera fyriskipanir, sum forða fyri oyðing. Í øðrum lagi skal samfelagið áleggja teimum, sum reka vinnu og harvið skerja møguleikarnar hjá øðrum at gagnnýta frítt, eitt hóskandi gjald, sum endurgjald til samfelagið, fyri mistar møguleikar. Í triðja lagi skulu tey, sum fáa serrættindi til at gagnnýta, sum bera í sær at onnur ikki sleppa framat, gjalda fyri hesi rættindi. Gjøldini skulu vera ásett á fríum marknaði.

Landsstýrið ætlar, at tað um hálvtannað ár skulu vera sjey kommunur í landinum. Tekur tú undir við hugskotinum?
- Kommunurnar eru ein leivd frá eini tíð, tá samskifti ímillum landspartar var ógvuliga trupult. Tí var tað tá skilagott at hava desentralar umsitingareindir spjaddar um landi, og fyri at ansa eftir, at talan ikki gjørdist um smá kongaríki hjá embætisfólkunum, fingu kommunurnar eina demokratiska dimensión, við fólkavaldum kommunustýrum. Spurningurin er, um tað yvirhøvur gevur meining at hava fleiri kommunalar eindir í Føroyum í dag. Kanska er skilabest við bert einum kommunalum myndugleika fyri alt landið.

Føroyskar útbúgvingarmøguleikar
Fólkafráflytingin er ein tann størsta avbjóðingin hjá føroyska samfelagnum. Hvussu heldur tú, at vit steðga fólkafráflytingini? Skulu vit royna at forða ungum at fara uttanlands at lesa?
- Fólk rýma ikki frá einum stað, har tey hava møguleikar og har tey trívast. Fólk trívast har tey sleppa at liva í friði og sleppa at útfolda seg. Politiski myndugleikin í Føroyum skal tryggja fólki rásarúm bæði fysiskt og andsligt. Ungir føroyingar skulu ikki noyðast av landinum at taka útbúgving – útbúgvingarmøguleikar skulu vera her. Og útlendingar skulu vera vælkomnir at leita sær til Føroya at liva og virka.

Hvat saknar tú í føroyskum fjølmiðlum? Hvørjum vilt tú hava meira av?
- Føroyskir fjølmiðlar eru generelt máttleysir, miðleysir og einkisigandi. Eg vildi, at miðlarnir í nógv størri mun vóru upplýsandi og greinandi og í nógv minni mun ókritiskt endurgevandi. Sum løgtingsmaður kann eg einki gera við tað - vit skulu hava eina fría pressu – men sum privatpersónur hevði er ynskt mær, at fjølmiðlarnir vóru meira tilvitaðir um sín týðandi samfelagsliga leiklut.

Føroyar í luksusfelluni
Tú skrivar á Facebook, at ‘størri hall á fíggjarlógina fyri langhyl og saltsilo. Eg meini, at Føroyar eru endaðar í luxusfelluni’. Hvat meinar tú við ítøkiliga?
- Tá fólk hava møguleika fyri ótálmað at keypa uppá borg, kunnu tey fullkomiliga missa tamarhaldið á sínum privata búskapi. Tey endað tá í luksusfelluni. Tá Løgtingið samtykkir at brúka pengar uppá meira ella minni óneyðugar íløgur, hóast landskassin ikki eigur pengarnar, so haldi eg at Føroyar eru endaðar í luksusfelluni. Eg haldi als ikki at Saltsilo og langhylur, eru verkætlanir, sum eru so týðandi, at tað kann forsvarast at seta landi í – størri - skuld fyri at gera tær.

Hvør er tín politiska fyrimynd, og hví?
- Eg havi fleiri. Eg vil nevna Mikhail Gorbatjov og F. W. de Klerk. Teir høvdu báðir dirvi til at fara undir at avviklað tey ómenniskjansligu stýrir, teir vóru settir at leiða, vælvitandi at teir harvið eisini beindu fyri síni egnu politisku maktpositión. Fólk, sum gera tað rætta, vælvitandi at tað ikki er teimum til persónligan fyrimun, havi eg stóra virðing fyri.