Valentines dagur og Champions League fótbóltur

Í dag byrjar Champions League aftur. Tað er nokk meiri av tilvild enn nakað annað, at tað byrjar aftur saman dagin, sum Valentines dagur er. Spurningurin er so um Barcelona og Leverkusen vinna á romantikkinum.

 

16 lið eru eftir í Champions League sum nú ferð undir endaspæli har helmingurin av liðnum verða sáldaði frá til bara tvey eru eftir. Í dag verða so fyrstu 1/8 deildsfinalurnar spældar.

 

Í Týsklandi tekur Bayern Leverkusen ímóti Champions League vinnarunum frá í fjør. Barcelona spardi millum annað Xavi og Andres Iniesta um vikuskiftið í dystinum móti Osasuna. Tað endaði við at Barcelona tapti dystin og er nú 10 stig aftanfyri Real Madrid í La Liga.

 

Fyri Barcelona er Sergio Busquets sera ivasamur, meðan Bayern Leverkusen má verða Michael Ballack fyri uttan vegna skaða. Bayern Leverkusen var í finaluni í Champions League í 2002, men tapti tá fyri Real Madrid.

 

Í hinum dystinum í kvøld møtast franska Lyon og Apoel Nicosia úr Kýpros, sum hevur tikið fótbóltsheimin av bóli við at vinna seg víðari úr bólkaspælinum.

 

Champions League 1/8:

 

14/2(í dag):

Bayern Leverkusen – Barcelona (19:45)

Lyon – Apoel Nicosia (19:45)

 

15/2:

Zenit – Benfica (17:00)

AC Milan – Arsenal

 

21/2:

CSKA Moskova – Real Madrid (17:00)

Napoli – Chelsea (19:45)

 

22/2:

FC Basel – Bayern Munchen (19:45)

Marseille – Inter Milan (19:45)