Valencia spældi við einum eyga

Vongspælarin fekk ein snudd tíðliga í dystinum, men megnaði allíkavæl at spæla meginpartin av dystinum.

Ein av bestu leikarunum á vøllinum í Champions League dystinum millum Manchester United og Olympiakos í kvøld, var vongspælarin Antonio Valencia.

 

Antonio Valencia var vrakaður til uppstillingina móti Liverpool sunnudagin og hevði tí nakað at prógva í dag. 

 

Dysturin fekk tó eina keðiliga byrjan fyri Antonio Valencia. Longu aftaná 5 minuttir av dystinum, stoytti Antonio Valencia høvdið saman við einum leikara hjá Olympiakos, har hann fekk ein stóran snudd um eyga.

 

Snuddurin darvaði tó ikki vongspælaranum, ið leikti heilt inntil 15 minuttir vóru eftir av dystinum.

 

Manchester United vann dystin 3-0 og leikti seg harvið víðari í fjórðingsfinaluna í Champions League. Manchester United framherjin, Robin Van Persie skeyt øll 3 málini fyri Manchester United.