Hósdagin varð altjóða kvinnudagurin hildin Tasiilaq í Grønlandi við tónleiki og undirhaldi, og her valdu tey eisini tríggjar kvinnur sum ársins kvinnur.
Presturin í Tasiilaq, Thala Samuelsen, varð millum kvinnurnar, sum hin 8. mars fingu henda heiður.
- Thala Samuelsen er kosin sum ársins kvinna fyri sín vinarliga verumáta og behagiliga máta at siga tingini upp á, siga tey, sum hava staðið fyri valinum av ársins kvinnum.
Aftrat Thalu Samuelsen, eru eisini Bodil Nuko og Marie Kristiansen valdar til ársins kvinnur í Tasiilaq.
- Bodil Nuko er vald til ársins kvinnu fyri sínar túrar í náttúruni, og Marie Kristiansen er ein fyrimynd fyri aðrar kvinnur.