Valdi rætt

Stóra hetjan hjá B36 eftir dystin móti KÍ var bert 18 ára gamli Jóan Pauli Jacobsen, sum við brotssparksbjargingini í yvirtíðini helt B36 á oddasessinum í landskappingini.

Sjálvur tóktist unglingin tó hava bæði beinini væl og virðiliga á jørðini, eftir at hann fyri triðju ferð í tvey ár mátti traðka inn av beinkinum fyri Jákup Mikkelsen.

- Hesa ferðina var kanska nakað øðrvísi, enn tað hevur verið hinar báðar ferðirnar. Fyrst og fremst tí meira tíð var eftir av dystinum. Og at trýstið tí gjørdist størri.

Og hvat hugsaði tú so, tá KÍ fekk brotsspark í yvirtíðini?

- Eg veit ikki, um eg hugsaði so nógv. Sjálvandi vildi eg bjarga, og tá Heðin er lámur, roknaði eg við, at hann skeyt handan vegin.

So tú hevði valt síðu, áðrenn hann skeyt?

- Ikki heilt. Men tað var í øllum førum tað, sum eg roknaði við. Og tíbetur var tað rætt gitt, segði Jóan Pauli eftir dystin.