Dagny Joensen
Í Føroyum er Berit Kloster m.a. kend frá sendingini Cassiopeia hjá SvF, har hon virkar sum stílmeistari. Hetta hugtakið merkir, at hon gevur áhugaðum ráð og leiðbeining um, hvussu til ber at geva tí einstaka eina persónliga útsjónd, har hár, klæðir, litir og tilhoyr verða sett saman til eina heild.
? Tað var eitt stórt umskifti í mínum lívi, sigur Berit Kloster, tá hon verður biðin um at greiða frá muninum millum at búgva í Føroyum og at vera kendur persónur í sínum yrki úti í heimi. - Í Føroyum eri eg bert Berit. Tað kennist væl, eftir at hava livað og virkað í einum so nógv øðrvísi og oftani grunnum mótaumhvørvi, har øll hildu seg kenna Berit Kloster.
Søgan er tann vanliga. Hon hitti ein føroying, tá hon fyrstu ferð var í Føroyum í 1996, her hon skipaði fyri skeiði fyri føroysk hárfríðkanarfólk.
Hann var orsøkin til, at Berit seinni tók avgerð um at slíta seg leysa úr øllum ábyrgdarstørvum, selja fyritøkuna í Danmark og flyta til Føroya at búgva.
Flogferðin útsett eitt samdøgur
Tað var tó einki, sum talaði fyri, at tað skuldi eydnast Berit Kloster at sleppa til Føroyar ta ferðina. Tá ferðafólkini komu á Kastrup flogvøllin, var flogfarið úr Føroyum seinkað. Avstaðferðin varð útsett við tímalongum millumbilum allan dagin, og einki hendi. Tá kvøldið kom, vórðu ferðafólkini flutt á gistingarhús.
? Tá vit morgunin eftir aftur komu á flogvøllin, vóru framvegis ikki útlit til, at flogferðin skuldi gerast veruleiki, sigur Berit.
? Av tí at tíðin nú rann undan, og tað fór at vera ivasamt, um eg kundi vera í Føroyum, tá skeiðið byrjaði, fór eg at umhugsa at avlýsa skeiðið.
? Eg hevði heldur ikki serliga góðan hug at fara til Føroya, av tí at pápi mín var álvarsliga sjúkur. Tí ringdi eg heim og boðaði frá, at eg avlýsti ferðina, men í tí sama ljóðaði í hátalaran-um, at ferðafólk til Føroya skuldu fara út beinanvegin.
? Jú, eg fór kortini avstað. Hevði eg avlýst ta ferðina, var eg ikki í Føroyum í dag, sigur Berit brosandi.
Tað hendi nevniliga tað, at tá skeiðið byrjaði og ymsu skeiðluttakararnir høvdu umbiðið sær modell at arbeiða við, var millum teirra ein ungur, høgur maður, sum Berit ikki vísti serligan ans í byrjanini.
Maðurin fór aftan á Berit
Ungi maðurin, sum Berit hitti í Føroyum, var Terji á Toftini, sum árið eftir fór til Odense at lesa. Tá hittust tey aftur, og árið eftir fingu tey sonin Johannes, sum í dag er seks ára gamal.
? Tá maðurin var liðugur at lesa, noyddust vit at taka støðu til, hvar vit skuldu búgva í framtíðini, sigur Berit, sum alt lív sítt hevði arbeitt og ferðast nógv víða um í heiminum. Nú helt hon, at stundin var komin, tá eisini pláss skuldi vera fyri familjulívinum.
? Tá Terji spurdi, um eg vildi flyta heim at búgva millum fjøllini í Føroyum, játtaði eg beinan-vegin og fór undir at fullføra ætlanina.
Tey fluttu heim í 2002 og fingu í fjør dóttrina Elizu Mariu.
40 ára gamla Berit Kloster er fødd og uppvaksin í Thyborøn, har eini 2000 fólk búgva, og størsta vinnugreinin er fiskivinn-an. Har er samanberingin við føroysku viðurskiftini ikki so ólík. Berit heldur seg kenna nógv viðurskifti aftur í Føroyum, sum líkjast teimum í barnaárum hennara.
Tá hon fór úr barnaskúlanum, fekk hon lærupláss sum hárfríðkanarkvinna í Harboøre, og tá lærutíðin var av, fór hon í starv á hárfríðkanarstovu í Svendborg. Ein partur av arbeiðinum var nú at luttaka í ymsum kappingum innan hárfríðkan, og Berit vann í 1988 meistaraheitið sum besta hárfríðkanarkvinna í Jútlandi, síðani vann hon danska meistaraheitið tvey ár á rað í 1989 og 1990 umframt norðurlanda meistaraheitið sama ár.
Í 1990 var heimsmeistara-kapping í Rotterdam, og har endaði Berit á 6. plássi.
Meistarakappingarnar høvdu eisini aðrar avbjóðingar við sær. Berit Kloster gjørdist kend uttanlands og arbeiddi eitt skifti sum fyristøðukvinna á kendari hár-fríðkanarstovu í Oslo við 12 starvsfólkum undir sær. Har fekk hon eisini til uppgávu at skipa skeið í samstarvi við hárfríðkanarfólk úr Fraklandi, Týsklandi og Italia.
Stovnaði fyritøku
Í 1990 stovnaði hon fyritøkuna Avantgarde Coiffure í Odense. Har starvaðust níggju starvsfólk, sum veittu tænastu innan hárfríðkan, smyrsl og styling. Eisini seldi fyritøkan skeið av ymsum slag og hevði umboð fyri hárfríðkanarvørur, eins og hon stovnaði ein frisørskúla fyri útlærd hárfríðkanarfólk.
Fyri at fáa hugskot til hármótan ferðaðist Berit víða um í Paris, London, Rom og New York at kanna, hvat fyrifórst innan hár og sniðgeving í mótaheiminum. Heimafturkomin sniðgav hon hárkollektión bæði innan vár- og heystmóta og skipaði fyri skeiðum í Danmark og uttanlands.
Tað at ferðast í hesum umhvørvi kravdi eisini, at tú dugdi eitt fremmandamál til fulnar. Av tí at hon hevur lisið franskt mál á kvøldskúla í seks ár, varð hon oftani biðin at vera tulkur fyri útlendsk hárfríðkanarfólk.
Úrslitið av hesum arbeiði varð, at Berit Kloster gjørdist kend víða um, har stóru framsýning-arnar innan klædnamóta vórðu hildnar.
Har fekk hon arbeiðsuppgávur á stóru mótasýningunum í Paris, Rom, London og New York og hevur m.a. arbeitt við kendum fotomodellum, eitt nú Naomi Campbell.
Tá navnframi hárfríðkanarmaðurin Jean Pierre Cazaux stóð fyri mótasýning á kenda Musée de Trocadero í Paris, har mótahúsini Dior, Gucci, Christian la Croix og J.P. Gaultier luttóku, fekk Berit til uppgávu at vera hjálparfólk hansara.
Væl móttikin í Føroyum
Tað var tí við spenningi, at Berit Kloster fyrstu ferðina fór at hitta familjuna hjá manni sínum í Føroyum. Væl visti hon, at hetta fór at vera eitt stórt stig at taka, og at umstøðurnar her heima ikki líktust teimum, hon var von við.
? Tað fyrsta, eg legði til merkis var, hvussu friðarligt her var, og hvussu hugnalig og blíð fólk vóru. Hetta var í 1997, og eg kendi meg sera vælkomna, hóast danir ikki vóru væl sæddir í Føroyum um tað mundið. Tað merkti eg eisini, men soleiðis er ikki longur, sigur Berit.
? Familjan í Føroyum hevur verið mær ein góður stuðul, og øll tosaðu føroyskt við meg frá fyrsta degi, eg kom higar.
? Vit vitjaðu í páskafrítíðini og fingu høvi at vera saman við familjuni, sum vóru eini 30 í tali. Vermamman borðreiddi fyri okkum og bjóðaði mær og hinum at fáa okkum. Eg var tó so mikið væl vand, at eg bíðaði at fáa mær, til vermamman hevði sett seg til borðs, hóast hon fleiri ferðir bað meg fáa mær. - Eg bíði eftir, at tú setir teg til borðs, svaraði eg. Tá segði hon bilsin, at hon skuldi ikki sita.
? Tað helt eg vera løgið, men síðani havi eg vant meg við henda siðin, sum er serliga á bygd, sigur Berit.
? Meðan vit sótu um stóra køkuborðið, helt eg meg skilja á prátinum, at øll tosaðu um at fara á møti. Eg hugsaði, at tað var løgið at fara á møti í páskafrítíðini, men boðaði glaðbeint frá, at eg fegin vildi koma við.
? Tað vísti seg at vera møti í kristiligari samkomu. Sangurin hugtók meg nógv, og eg sang við tað besta, eg dugdi. Heima hjá okkum vóru vit bæði doypt og fermd, men vit gingu ikki á møti og tílíkt, sum er so vanligt her heima, sigur Berit.
Ger og bakipulvur ókend fyribrigdi
Tá hon og maðurin fluttu heim til Føroya at búgva, vantaði nógv í hjá henni at læra av tí, sum var ein sjálvfylgja hjá nógvum konum í Føroyum. Eitt nú hevði hon sjáldan í sínum lívi havt stundir at baka køkur og tílíkt.
? Fyri mær vóru ger og bakipulvur ein býur í Russlandi, og eg stúrdi fyri, hvussu eg skuldi megna at halda barnaføðingardag, sum familjan talsterk tekur lut í.
? Tá eg sá tey stóru køkuborðini, sum hini í familjuni borðreiddu við, setti eg mær fyri, at tað skuldi eg eisini gera. Eg hugdi í bakibøkur og bakaði køkur í hópatali og í fleiri dagar, men úrslitið gjørdist ongantíð, sum uppskriftin segði.
? Í dag nýti eg ikki bakiuppskriftir, og nú er mín bakstur eins góður og hjá øðrum, sigur Berit brosandi.
Tvey ár eru liðin, síðani familjan flutti heim, og børn og vaksin hava funnið seg til rættis í føroyska samfelagnum. Sonurin, sum var fýra ára gamal, tá tey komu til Føroya, gongur í forskúla, og dóttirin í vøggu-stovu, og tey trívast sera væl.
Stundir eru nú hjá Berit Kloster at átaka sær arbeiðsuppgávur uttan fyri heimið. Hon hevur stovnað felagið Art&Education og bjóðar seg fram til free-lance uppgávur, eitt nú at undirvísa útlærdum hárfríðkanarfólki ella sum stílmeistari og smyrslráðgevi.
Serliga væl umtókt er skeiðið við einum fýra-fimm fólkum, oftani bindiklubbar og tílíkir bólkar, har farið verður heim til ein av luttakarunum. Allar hava síni klædnapløgg við, og so gevur Berit teimum ráð og leiðbeining um, hvat hóskar best og situr snøggast til ta einstøku.
? Slík kvøld eru sera stuttlig, men eru eisini ógvuliga tíðarkrevjandi. Annars havi eg eisini aðrar uppgávur, eitt nú sum í Cassiopeia, fyri lýsingafyritøkur og film, sigur Berit.
At stíga varisliga
? Hvat hevur tú lært av at innlima teg í føroyska samfelagið?
? Av mínum royndum seinastu árini havi eg lært, at tú skalt stíga hóvliga í Føroyum.
? Tað kann oftani vera torført hjá mær at halda meg til eina uppgávu, tá eg áður havi skipað fyri og havt ábyrgd av stórum framsýningum við fleiri túsund áskoðarum, sigur Berit Kloster.
? Var broytingin í tínum lívi tað verd?
? Tað eri eg avgjørd og sannførd um. Mín tilvera er nú ein heilt onnur, og tað havi eg lært nógv av. Hugsa tær til, hvat eg havi fingið afturfyri: - Eg havi fingið mann og børn, sigur Berit og leggur skemtandi aftrat - og eg havi lært at baka.
Álvarsliga sigur Berit Kloster, at hon ikki kundi hugsað sær betri umstøður fyri síni børn, sum vaksa upp í hesum friðarliga landi, har foreldur kunnu lata børnini spæla einsamøll úti. Tað kunnu børn í Danmark ikki sleppa - ið hvussu er ikki í stórbýunum.
? Harnæst havi eg vant meg við, at alt gongur so seint, og at eg noyðist at bíða eftir øðrum. Tað ger, at eg ikki kann stýra ferðini, sum eg gjørdi áður, og tað er væl. Tað er júst tað, eg kenni meg at hava brúk fyri, sigur Berit Kloster.