Valdið frá kongi!

   

Sjáldan havi eg fingið so nógvar viðmerkingar frá fólki sum fyri ta grein, eg skrivaði í bløðunum týsdagin um at vit áttu at roynt demokrati, soleiðis at vit taka aftur tað vald, sum vit hava latið kong havt nú í nøkur ár.
Tað ið fólk spyrja meg, er eitt nú um hetta hevur nakað við loysing at gera.
Svarið er, at fáa vit tað valdið, sum vit hava latið kong okkara havt, so fara vit at hava størri ávirkan á, hvat ið okkara støða skal vera. Í løtuni eru vit ein partur av einum ríki, sum fevnir um Grønland og Føroyar. Fáa vit fólkaræði, so gera vit sjálvi av
1)hvussu innanhýsisviðurskiftini í ríki okkara skulu skipast, og
2)hvørt Føroyar og Grønland skulu vera í sama ríki framvegis, ella
3hvørt Grønland skal loysa frá okkum ella vit skulu loysa frá Grønlandi.

Spurningurin um uniónina millum Grønland/Føroyar øðrumegin og Danmark hinumegin kann annar parturin ikki gera av einsamallur. Um so er, at stjórn Grønlands og Føroya ynskir at uniónin skal upploysast, so kann hetta ikki gerast uttan at stjórn Danmarkar tekur undir við hesum. Hin vegin kann Danmark ikki sleppa burtur úr uniónini uttan at vit játta hesum.
Tað ber væl til at ímynda sær, at Danmark ikki vil vera í unión við okkum undir teimum treytum sum galdandi sáttmáli ásetur. Sambært henda sáttmála hava vit jú sama rætt sum Danmark í uttanríkispolitikki.
Hetta vil siga, at tað er væl hugsandi, at alt tað tos, sum í mong ár hevur verið í Grønlandi og Føroyum um fíggjarstøðu okkara í sambandi við skilnað frá Danmark, hevur verið heilt burturvið.
Skulu treytirnar í uniónsavtaluni broytast, so krevst semja millum partarnar um hesar broytingar.
Vilja vit geva dønum øll tey rættindi vit hava, so kunnu vit ikki rokna við at danir fara at forða okkum í tí.
Men vilja vit hin vegin varðveita okkara rættindi, og nýta vit okkara vald á skilagóðan hátt, er tað sannlíkt, at danska stjórnin fer av vilja sleppa av við okkum fyri einhvønn prís heldur enn at lata okkum gera av, hvørji stig hon sleppur at taka í uttanríkispolitikki.